Horvna gentan: Tyrla á veg út á Polar Nanoq

Fyri løtu síðani fór ein tyrla úr Reykjavík við kós móti Polar Nanoq. Umborð á tyrluni vóru servandir løgreglumenn, sigur RÚV. Løgreglan vil tó ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.

 

Í gjárkvøldið varð ein troyggja funnin skamt haðani, sum skógvarnir vóru funnir mánakvøldið, men kanningar hjá løgregluni hava staðfest, at talan ikki er um troyggjuna hjá Birnu Brjánsdóttir. Løgreglan vil tó ikki heilt avvísa, at samband kann vera millum troyggjuna og horvnu gentuna.

 

Grímur Grímsson sigur tó, at hvat skónum viðvíkur, so kann løgreglan ikki útilokað, at skógvarnir eru lagdir á staðið, møguliga fyri at fáa løgregluna av slóðini. 

 

Hóast skógvarnir vóru funnir við bryggjuna í Hafnarfirði, so eru eingi vakmyndatól júst har, sum kunnu vísa, hvussu skógvarnir endaðu har.

 

RÚV skrivar, at á vakmyndum frá havnalagnum sæst ein reyður Kia Rio bilur, um tað mundið, tá fartelefonin hjá Birnu Brjánsdóttir verður sløkt. Bilurin koyrir aftur og fram eftir havnalagnum fleiri ferðir leygarmorgunin, men Birna Brjánsdóttir er ikki at síggja á myndunum. Ein slíkur reyður bilur er eisini at síggja á vakmyndatólunum úr Reykjavík, júst tá seinastu myndirnar av Birnu Brjánsdóttir eru at síggja.

 

Tað vóru menn frá manningini á Polar Nanoq, sum høvdu leigað bilin. Polar Nanoq legði frá bryggju seinnapartin leygardagin, men er nú á veg aftur til Íslands. Væntandi leggur hann at bryggju um ellivu-tíðina í kvøld.

 

Íslendska løgreglan ynskir at koma á tal við manningina umborð á Polar Nanoq, tí um tað er sami reyði bilur, sum er á vakmyndatólunum í Reykjavík og Hafnafirði, er sannlíkt, at menninir í bilinum eru millum teir seinastu, ið hava sæð gentuna.