Horvni fótbóltsleikarin er deyður

Ítrótturin í Noregi er raktur av enn einum sorgarleiki. 22 ára gamli Tor-Marius Gromstad, sum spældi við Stabæk í Tippeliguni, er í morgun funnin deyður í Oslo.

 

Hann hvarv um vikuskiftið og varð seinast sæddur á lívi leygarmorgunin. Sunnumorgunin varð hann alment eftirlýstur og alt fyri eitt skipaðu sjálvboðin, sum eitt nú umfataði leikarar og fjepparar hjá felagnum Stabæk, fyri leiting eftir Tor-Marius. Fram til í morgun hevði leitingin verið úrslitaleys, men tá fekk løgreglan fráboðan frá fólki um, at tey vóru komin fram á eitt lík á einum byggiplássi í býarpartinum St. Hanshaugen í Oslo. Eftir nærri kanningar varð staðfest, at talan var um Tor-Marius Gromstad.

Løgreglan í Oslo sigur, at eingin illgruni er um, at nakað brotsverk er framt.

 

- Tað er við sorg, at vit hava fingið boðini um, at Tor-Marius er deyður. Tankar okkara leita til familju hansara. Hetta er ein sera tungur dagur og øll eru rørd, sigur dagligi leiðarin í Stabæk, Hallgeir Åndal, við VG.

 

Tor-Marius Gromstad var verjuleikari og hevði fast pláss á besta liðnum hjá Stabæk. Dysturin hjá felagnum ímóti Vålerenga, sum skuldi spælast mikukvøldið, er útsettur.