Horvni fulltrúin mælti til útflagging

Tað var helst eitt stórt offur hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, at siga fulltrúan í Fiskimálaráðnum úr starvi. Tí tað var júst fakligu dygdirnar hjá hesum manni hann dúvaði uppá, tá hann gav Arctic Viking eldfima loyvi at flagga út

Fulltrúin, sum ikki kundi brúkast, var góður nokk kortini.
Tað vísa skjølini í málinum, har Fiskimálaráðið hevur givið Arctic Viking loyvi at flagga út til Litava í tvey ár. Sosialurin hevur fingið innlit í tilmælið, sum landsstýrismaðurin byggir sína avgerð á. Tilmælið er undirskrivað av fulltrúanum, sum seinni varð koyrdur úr starvi, tí umboðsmaðurin fanst at Fiskimálaráðnum fyri drál í sambandi við umbøn um alment innlit.
Sostatt er líkt til, at Jacob Vestergaard hevur koyrt ein mann úr starvi, hvør fakliga førleika hann hevur fult álit á.
Stóri politiski og løgfrøðiligi knúturin í spurninginum um at loyva Arctic Viking at flagga út hevur verið, um tað var í samsvari við lógina um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum. Arctic Viking fekk játtað átta milliónir krónur rentu- og avdráttarfrítt lán sambært hesi lóg. Lánið verður niðurskrivað eftir tólv árum. Endamálið við lógini er at varðveita fjarfiskiflotan, serstakliga rækjuflotan. Og tí hevur verið róð framundir, at tað var brot á treytirnar fyri láninum, um skip flaggaðu út.
Men fulltrúin helt kortini ikki, at tað var brot á nakra lóggávu, um loyvi varð givið Arctic Viking at flagga út fyribils.
»Í útgangsstøðinum hevur tað tí verið ætlanin, at rækjuskipini, sum fingu umlagt lán, veiddu av føroyskum rættindum, t.v.s undir føroyskum flaggi. Hinvegin er tó einki forboð ímóti, at skipið kann leiguskrásetast undir øðrum flaggi. Tað verður tí ikki mett, at tað er í stríð við løgtingslóg um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum, um so er, at m/tr Arctic Viking verður leiguskrásett í Litava í eitt ávíst tíðarskeið«, verður sagt í uppritinum.
Reiðaríið søkti upprunaliga um trý ár, men fulltrúin mælir til at geva loyvi í tvey ár. Hann sigur eisini, at niðurskrivingin av umrødda láninum eigur at steðga, meðan skipið er undir fremmandum flaggi, tí soleiðis kann landskassans peningur tryggjast tey tólv árini ella rindast aftur.
Loyvi hjá Arctiv Viking at fiska undir litaviskum flaggi er latið í tvey ár við teirri treyt, at niðurskrivingin av skuldini lækkar. Sostatt hevði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum fult álit á, at fakliga ráðgevingin hjá fulltrúanum, sum misti starvið, tí ein svarfreist ikki varð hildin, var haldgóð.