Horvnir føroyingar í Aarhus

Tað er alment kent, at hundraðtals føroyingar árliga flyta úr Føroyum.

Nógv av hesum leita út fyri at útbúgva seg, og tað er eisini ein sannroynd, at ikki øll hesi eru væntandi aftur til Føroyar. Føroyingafelagið í Aarhus er felag fyri júst hesar føroyingarnar harum leiðir, og endamálið hjá felagnum er at gera teimum útlegdina heldur heimligari og at halda teirra samband við føroysku mentanina við líka, tí tað átti alt samanlagt at verið viðvirkandi til, at hesi eftir lokin ørindi hava lættari við at flyta heimaftur.

- Árliga eru hundraðtals føroyingar saman um tiltøk hjá felagnum, og hetta fegnast vit um. Men samstundis hava vit kenslu av, at tað eru aðrir hundraðtals føroyingar her í Aarhus-økinum, sum als ikki kenna til felagið og tað, ið felagið hevur at bjóða teimum, sigur nevndin í Føroyingafelagnum.

- Samskiftismøguleikarnir eru nógv betraðir seinastu árini við heimasíðum, tíðindabrøvum og ikki minst Facebook, og allar hesar hava vit til dømis gjørt brúk av, nú felagið skipar fyri teirri árligu ræstkjøtaveitsluni. Men er tað rætt, at ein bara gongur út frá, at øll kenna til og brúka hesar miðlarnar? Allarhelst ikki, tí vit hitta enn javnan føroyingar, sum hava verið í býnum í áravís uttan at vita av, at her er eitt virkið føroyingafelag, greiðir nevndin frá.

Og tað er hetta, ið felagið nú hevur sett sær fyri at gera nakað við.

– Skulu fólk hava møguleika fyri at taka lut í einum tiltaki, so er allarfyrsta treytin, at tey yvirhøvir vita um tiltakið. Og vit fara tí undir átakið ”Finn føroyingin”, sum hevur til endamáls at skráseta kontaktupplýsingar hjá føroyingum um Aarhus-leiðina, soleiðis at vit frameftir netupp hava møguleika fyri at kunna tey um komandi tiltøk, sigur nevndin.

Átakið ”Finn føroyingin” stígur síni fyrstu fet á heimasíðuni hjá føroyingafelagnum, aarstova.dk, og vónar felagið, at allir føroyingar, ið búleikast um Aarhus-leiðina - horvnir sum funnir - vilja lata seg skráseta og harvið fáa kunning frá felagnum.