Tað endaði málleyst, tá ið toppliðini hittust á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið ber við sær, at Víkingur og B36 hava 57 stig. Við 8-0 heimasigri ímóti EB/Streymi tók Víkingur silvurplássið, sum B36 seinastu vikurnar hevur verið á.
B36 fer í síðsta umfari at spæla á Argjum ímóti niðurflutta AB. Um tað fer at eydnast B36 at vinna fulla úrtøku, so fer B36 at vinna heiðursmerki, og tað ber aftur við sær, at atgongumerki at luttaka í Europa á sumri í 2024 verður veruleiki.
-Talan var um góðan fótbóltsdyst og møguleikar í báðum endum. Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini. Nú ræður um at flyta fokus á uppgávuna á Argjum leygardagin. At AB í dag flutti niður hevur einki við okkum at gera. Tað er upp til okkum at vinna øll stigini á Argjum, og so fáa vit at síggja, um vit fara at enda á øðrum ella triðja plássi, men eingin skal ivast í, at vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini ímóti KÍ, sigur Dan Brimsvík venjari hjá B36 í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1.
KÍ hevði sínar møguleikar at skora, men klaksvíkingar og serliga Páll A. Klettskarð kendu ikki sína vitjunartíð. Tað var týðuligt, at tað fyri KÍ venjaran Magne Hoseth hevði nógv at siga, at spælararnir eftir dystarlok vóru væl fyri, so teir hósdagin vera førir fyri at fara undir europeiska avbjóðing, tá ið NK Olympija Ljubljana úr Slovenia verður gestur hjá KÍ á Tórsvølli.
Mads Bo Mikkelsen og René Shaki Joensen avloystu beinanvegin eftir steðgin vongverjarnar Patrick Da Silva og Jóannes K. Danielsen, miðskeiðis í 2. hálvleiki avloystu Børge Petersen og Hallur Hansson Deni Pavlovic og Páll A. Klettskarð, og tá ið tað restaðu átta minuttir, varð liðformaðurin Jákup B. Andreasen tikin út og Issah Ahmed Latif skiftur inn. Alt hetta hevði við tað at gera, at KÍ liðið skal vera so væl trimmað til hesa vikuna, sum tað ber til. Hósdagin er Europadystur á Tórsvølli við sær, og leygardagin verður punktum sett fyri heimligu kappingini, tá ið Víkingur verður gestur í Klaksvík – gott og væl 40 tímar eftir síðsta spark á Tórsvølli.