Á Hotel Føroyum í Havn eru tey rættiliga bjartskygd um framtíðina. Tey eru so mikið bjartskygd, at tey nú eru farin undir eina risa útbygging.
Jóhanna Rasmussen, sølustjóri á Hotel Føroyum, sigur, at tá ið útbyggingin er liðug, væntandi í 2020, verður hotellið tvær ferðir so stórt sum tað er nú.
Í fyrstu atløgu eru tey farin at bróta innan úr vallaraheiminum, Kerjalon, við síðuna av hotellinum, og har verða 23 nýggj tveymanskømur. Tað verður liðugt í vár, og har flyta fyrstu gestirnir inn tann 1. apríl. Men ætlanin er eisini at byggja upp í báðar endarnar á hotellinum, og har verða eini 40 nýggj tveymanskømur í hvørjum enda. Tey umhugsa eisini at gera nøkur av kømrinum til luksuskømur.
– Tað liggur so væl fyri á Hotel Føroyum, at tað ber til at byggja upp í báðar endarnar, uttan at nerva virksemið á hotellinum annars tað minsta og tað er ein stórur fyrimunur, sigur sølustjórin.
Jóhanna Rasmussen sigur, at try hava søkt um byggiloyvi til ætlanina, men at tað er ikki avgreitt enn.
Í løtuni eru 106 kømur á hotellinum, so tá ið øll útbyggingin er liðug, verða tað sostatt eini 210 kømur á hotellinum og tað merkir, at hotellið verður á leið tvær ferðir so stórt, sum tað er í dag.
Jóhanna Rasmussen sigur, at tey fara undir hesa stóra útbyggingina tí tey halda, at tað eru ov fá hotelkømur í Havn, sum er.
– Vit merkja tað serliga um summarið, har tað hendir ov ofta, at vit ikki fáa tikið ímóti fólki, tí hotellið er fult, sigur hon.
Men avbjóðingin verður so at fylla kømrini ta tíðina, talið á ferðafólki ikki er so stórt. Í hesum sambandi seta tey stórar vónir til ráðstevnuvirksemi.
Sum støðan er eru tað bara tær smáu ráðstevnunum, vit fáa hýst, sigur sølustjórin. Men tá ið útbyggingin er liðug, fáa vit eisini hýst rættiliga stórum ráðstevnum, sigur hon. Og hon leggur afturat, at tað er veksandi áhugi fyri at koma til Føroyar at halda ráðstevnur.