Viðareiði:
Hotel Norð... Hvar er tað? Hevur onkur spurt. Og tað er kanska ikki nakað at siga til tað, um ein ikki hevur verið nógv í Norðoyggjum. Tí hotellið liggur á Viðareiði, men hóast tað ikki hevur verið so nógv marknaðarføring um tað, so hava tey altíð nóg mikið at gera alt árið.
Summi ímynda sær kanska eitt hampuliga lítið hús við møguleika til at gista og øðrum hentleikum. Men so er ikki á Hotel Norð.
Tá ein kemur koyrandi til Viðareiðis, fær ein ikki beinanvegin eyga á hotellið, men tá tað kemur undan, er lítil ivi um, at hatta má vera tað. Tað liggur í friðarligum umhvørvi á Viðareiði, sum er kend fyri sína stórslignu náttúru og ikki minst Enniberg. Og tað virkar eisini lokkandi upp á bæði útlendsk og føroysk ferðafólk.
25 ára gamli Jógvan Heinesen og mamma hansara Mirjam eiga hotel Norð. Tað var upprunaliga Mirjam og systur hennara, sum keyptu hotellið í 1996. Tá hevði hotellið staðið tómt í eitt summar. Tíðirnar vóru ikki so góðar tá, so áhugin fyri hotellinum var ikki so stórur.
Tær høvdu so hotellið í eini tvey til trý ár, og sum 21 ára gamal keypti Jógvan helvtina av tí. Hann hevði gingið á kokkaskúla og verið nakrar túrar til skips og áhugin fyri matgerð var byrjaður av álvara.
- Mær dámar hetta sera væl, sigur Jógvan, sum hevur eini fýra ? fimm fólk aftur at sær á hotellinum, tá nógv er at gera.
Eisini er ein, sum hjálpir honum við at reka hotellið um veturin, so at tað ikki gerst so bundisligt.
- Tað er gott at fáa luft um veturin og kunna fara at royna okkurt annað, tá góðar kreftir hjálpa einum við hotellinum, sigur Jógvan, sum júst er afturkomin eftir ein túr við Akrabergi.
- Um ikki fólk høvdu hjálpt mær við hotellinum, so var ikki hugsingur um at fara til skips soleiðis uttan víðari. So tað er bara gott.
Tiltøk
Hotel Norð letur vanliga alment upp um síðst í mei ella í seinasta lagi 1. juni. Tey plaga at laga upplatingina eftir Norðoyastevnuni. Tí tað hava verið tiltøk á hotellinum fríggjakvøldið á Norðoyastevnu í fleiri ár nú. Hetta eru tiltøk, sum hava fingið avbera góða undirtøku.
So er hotellið opið alment til umleið 1. septembur, tá tað letur aftur fyri veturin. Tó so, tá kunnu fólk ringja og gera avtalu um eitt hvørt, um tey hava brúk fyri hotellinum. Tað kann til dømis vera skeiðir, har luttakararnir eisini kunna gista, meðan tey eru har. Tað kann eisini vera veitslur av ymiskum slagi, føðingardagar, brúdleyp og onkrar konfirmatiónir eisini. Har aftur at koma so tiltøkini, sum hotellið sjálvt skipar fyri.
- Sjálvandi lata vit ikki alt hotellið upp, um tað eru eitt ella tvey fólk, sum ynskja at gista her eina nátt. Tað loysir seg ikki, men tá talan er um bólkar, tað veri seg størri ella smærri, tá eru vit vanliga her á hotellinum, meðan gestirnir eru her, sigur Jógvan.
Hann leggur aftur at, at tað er møguligt hjá einum ella tveimum at gista kortini, tí tað eru kømur uppi á loftinum, og har er eisini ein lítil køkur, so um fólk hava hug og vilja vera í friði, so egnar tað seg væl til tess. Tá kunnu tey jú gera sær mat sjálvi.
Fyri framman hjá hotellinum, liggja fyri fyrst onkur skeiðir. Síðani fara tey sjálvi at skipa fyri jólaborðhaldi, sum hevur verið fleiri ferðir áður og er avbera vælumtókt millum norðoyingar og eysturoyingar eisini.
Jógvan sigur, at ætlanin er at hava tvey stór borðhald áðrenn jól í ár. Eitt verður helst tíðliga í komandi mánaða, meðan tað seinna verður í desembur. Hann hevur ikki reiðiliga gjørt av enn, hvat verður á skránni, men hugnaligt verður tað óivað.
Í fjør var jólaborðhald og dansur við Countrybólkinum. Bussur koyrdi til og frá Viðareiði, og tað eydnaðist sera væl.
Jógvan sigur, at tá komu fleiri eysturoyingar. Og eisini heilar fyritøkur aðrastaðni í landinum komu til tað jólaborðhaldið á Viðareiði. So høvdu tey jú møguleika til at gista á hotellinum.
Henda dagin Sosialurin vitjar hotellið er Jógvan júst í ferð við at rudda av frá eini talvkapping, sum hevur verið á hotellinum í fimm dagar. Talan hevur verið um 10 telvarar, sum hava gist í seks dagar.
- Hetta er so fyrstu ferð, at vit hava havt eina talvkapping her, og út frá tí, sum telvararnir siga, so hevur tað riggað væl, sigur ein vælnøgdur Jógvan og smílist.
Nógvar vitjanir
Meðan vit sita í tí hugnaligu matstovuni og práta, gongur Mirjam og ruddar og stákast við ymiskt fyrifallandi.
Hon heldur, at hotelvinnan er sera spennandi.
- Mær dámar væl at arbeiða, har eg kann møta fólkum, og tað ger ein sanniliga í hesi vinnuni. Eg havi lært nógv - eisini um fólk - hesi árini, eg havi verið á hotellinum. Øll fólk eru fitt og blíð, og tey koma við nógvum positivum um hotellið og okkara tænastu, sigur Mirjam.
Hon leggur tó aftur at, at tað til tíðir kann vera ørkymlandi, at bíleggingar koma, sum leggja hald á alt hotellið, og so kemur ongin, tá avtornar.
- Tað er komið fyri, at vit ikki ein gongd hava fingið avboð, og tá hevur man kanska sagt nei til fleiri onnur, sigur hon.
- Tað er ikki so nógv pláss her. Vit hava 15 kømur, so tað er beinanvegin, at tað er fult. Og tá er tað sera óheppið, at vit standa við eini bílegging, sum ikki vísir seg at geva nakað, sigur Mirjam.
Jógvan greiðir frá, at tað koma ikki altíð so nógvar bíleggingar langt frammanundan. Tær koma heldur leypandi frá mars ? apríl og frameftir.
Hetta summarið, sum júst er farið afturum, hava nógv fólk vitjað hotel Norð. Bæði útlendsk og føroysk ferðafólk. Av teimum útlendsku hava tey flestu verið úr Norðurlondunum, men einstakir bretar, týskarar, fransmenn og amerikanarar hava eisini vitjað hugnaliga hotellið á Viðareiði.
Mirjam sigur, at tað tykist sum, at gestirnir, sum leita sær leiðina til Viðareiðis ofta eru fólk, sum dáma væl frið og avbjóðingar.
- Tað vil siga, at tey skulu ikki berast frameftir, men heldur vilja klára seg sjálvi, sigur hon.
Tá prátið fellur inn á fyrimunir og vansar við at hotellið liggur á Viðareiði, sigur Jógvan, at veðrið er altavgerandi.
- Um veturin er tað ein vansi, at tað liggur her, tí mong hætta sær ikki at koyra norður í hálku og kava. Men hinvegin er tað ofta sera veðurgott á Viðareiði um summarið, og tá er tað avgjørt ein fyrimunur, heldur hann.
Vit hava nú sitið og prátað eina góða løtu um hetta snotuliga hotellið, sum júst er farið í avmarkaða vetrarferiu. Men frí hava tey tó ikki, tí nógv er at gera. Hotellið skal ruddast og gerast kárt til at taka ímóti næstu gestunum, so Jógvan noyðist at fara til arbeiðis. Uttanfyri hevur sólin hug at koma fram, og kortini eru fleiri grá skýggj at hóma á luftini. Vit koyra avstað aftur, umringaði av stórslignu náttúruni á Viðareiði og beint fyri framman liggur Fugloyggin so vøkur á at líta.