Hotell smokkaði saman í Argentina

- Bjargingarfólk hava arbeitt við at loysa eini níggju fólk úr leivdunum av hotellinum, veit CNN at siga

Ein maður læt lív, og eini níggju fólk eru endað í leivdunum, tá eitt hotell smokkaði saman í Argentina í dag.

 

Tað veit tíðindastovan CNN at siga.

 

Sagt verður, at hotellið liggur í strandarbýnum, Villa Gesell, nakrar hundrað kilometrar úr høvuðsstaðnum, Buenos Aires.

 

CNN sigur, at bjargingarfólk hava arbeitt við at loysa eini níggju fólk úr leivdunum av hotellinum.

 

- Sløkkiliðsfólk, løgregla og sjúkraflutningsfólk eru til hjálpar í økinum við hotellið, leggur CNN aftrat.

 

Sagt verður, at hotellið, sum smokkaði í argentinska býnum, var 10 hæddir, og fleiri fólk eru saknað í leivdunum.

 

##med2##