Hóttanir eru, tí skulu vit fyrireika okkum

Løgmaður vísti í innganginum av røðu síni á, at tað búskarliga summarið er farið at halla og at myrk skýggj hómast

 

 

--

 

Løgmaður vísti í innganginum av røðu síni á, at tað búskarliga summarið er farið at halla og at myrk skýggj hómast

 

--

 

Tá ið Løgtingið var sett í dag, byrjaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sína ólavsøkurøðu.

 

Hann vísti á, at í Føroyum stendur alt í blóma í løtuni, men nevndi eisini, at tíðirnar broytast:

 

-Í løtuni eru eisini nakrar politiskar hóttanir. Kríggj í Evropa, inflatión og matvøru- og orkukreppa. Men virka vit, skapa vit lívd, har neyðugt er, tryggja vit bøgarðarnar, og hava vit dirvi til javnan at velta upp úr nýggjum, kunnu vit verja vøksturin, segði løgmaður.

 

Hann brúkti nógva myndatalu og vísti á, at fyrireika vit okkum ikki til veturin, so kann hann gerast tungur.

 

-Men fyrireika vit okkum við skili, nýtist okkum ikki at stúra. So eru vit trygg, segði løgmaður í byrjanini av røðuni.