Tunnilin ímillum Hov og Øravík letur upp leygardagin 20. oktober Hovstunnilin letur upp leygardagin tann 20. oktober og ikki tann 27., sum Landsverk boðaði frá í morgun.
Landsverk sigur, at dagurin er framskundaður eina viku, tí at fleiri innbodnir gestir ikki fáa luttikið í hátíðarhaldinum tann 27. oktober.
-Við góðum vilja og stuðuli frá øllum pørtum er tað eydnast at flyta dagin, og letur Hovstunnilin upp nú leygardagin tann 20. oktober, sigur Landsverk, sum samstundis upplýsir, at skráin fyri hátíðarhaldið verður kunngjørd í morgin.