Hovstunnilin letur upp í næstu viku

Leygardagin 27. oktober verður Hovstunnilin tikin alment í nýtslu. Í hesum sambandi fer Landsverk at skipa fyri almennum hátíðarhaldi og veitslu um kvøldið fyri innbodnum.

Nú er komið so mikið væl áleiðis, at allar neyðugar installatiónir og trygdarútgerð innan eru lidnar. 

Tunnilin er ikki handaður Landsverki enn, men gjøgnumgongd hevur verið, og tað sum nú manglar, er ikki alneyðugt at fáa liðugt, áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu. Síðani skal ein tilbúgvingarvenjing haldast og tunnilin endaliga myndugleikagóðkennast, áðrenn hann kann latast upp fyri almennari ferðslu. 

Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Sum kunnugt skal portalurin Øravíkarmegin, t.e. tunnilsmunnin, leingjast. - Av tí at bíðitíðin frá tí, at tú bíleggur elementir, til tey eru móttikin, er so long, hava vit tikið avgerð um at bíða við hesum arbeiði til næsta summar, verður sagt av Landsverki.

Sjálvt arbeiðið at leingja portalin fer tá at taka umleið sjey vikur, harav tunnilin verður stongdur í umleið tvær vikur. Sum byggiharri í hesi spennandi verkætlan, eru tey hjá Landsverki væl nøgd við samlaða úrslitið, nú tað fyriliggur. 

Hovstunnilin er ein fyrsta floks tunnil, sum øll væntandi fáa stóra gleði av.