- Hetta var sum at fáa nevan framman á.
Arbeiðsmenninir, sum í løtuni eru í ferð við at leggja síðstu hon á arbeiðið at gera Hovstunnilin lidnan, eru rættiliga ørkymlaðir.
Orsøkin er, at nú tunnilin er um at verða liðugur, hevur Landsverk boðað frá, at tað kanska verður neyðugt at stoypa upp í portalurin í tunnilismunnan norðarumegin, so at hann verður 10-20 metrar longri.
Stjórin hjá Ístaki í Føroyum, hevur ongar viðmerkingar til málið yvirhøvur, tí hann sigur, at tað er Landsverk, sum umsitur arbeiðið.
Men frá arbeiðsfólki í tunlinum vita vit, at fríggjadagin á miðdegi kunnaði leiðslan í Ístaki arbeiðsfólkið um, at 10-20 metrar skulu stoypast upp í tann norðara portalin.
Mett verður at hetta fer at seinka tunlinum út ímóti trimum mánaðum.
- Hetta kemur sera dátt við hjá okkum, tí eftir innanhýsis arbeiðsætlanini hjá Ístaki, var ætlanin at tunnilin skuldi takast í nýtslu tann 15. juli.
- Tað er um ein knappan mánað.
Men skal portalurin stoypast longri, verður upplatingin seinkað einar tríggjar mánaðir.
Hjá Ístaki eru tey annars liðug í norðara enda á tunlinum. Men skal portalurin stoypast longri, skal hann hava eitt fundament at standa á og tí verður neyðugt at taka asfaltið og kaðalar upp aftur, fáa vit at vita frá fólki, sum hevur við tunnilin at gera.
Samstundis skal forskallingin setast upp av nýggjum og bara tað er ikki løtuverk, serliga tá ið hugsað verður um, at tey annars hildu seg vera liðug við forskallingina og at hon sostatt liggur niðurpakkað í Hovi.
Arbeiðsfólkið í tunlinum heldur tað verða ógvuliga løgið, at hetta skal stinga seg upp nú. Tí tað er langt síðani, at portalurin varð gjørdur.
Tá ið Portalurin varð gjørdur, skuldi hann verða eina ávísa longd. Men av tí, at tilfarið í fjallinum var so vánaligt, varð neyðugt at flyta hann longur inn í fjallið. Men av tí sama kemur hann ov stutt út úr tunnilsmunnanum og tí er nú upp á tal at stoypa hann longri.
Men tey halda, at hetta kundi langt síðani verið gjørt so at tað slapst undan, at tað seinkaði upplatingini.
- Hetta er eitt ógvuliga stórt bakkast fyri allar suðuroyingar, sum høvdu glett seg til at sleppa at koyra ígjøgnum tunnilin um ein mánað.
- Nú mugu teir brynja seg við toli í einar tríggjar mánaðir afturat, verður sagt inni úr fjallinum ímillum Øravík og Hov.
Les eisini greinina: Landsverk: Slíkt hendir alla tíðina.
aard