Hoydal: Ein fiasko – Løgmaður: Fólkið hevur talað

Í útvarpinum í kvøld kjakaðust Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, um úrslitið av fólkaatkøvðuni. Kaj Leo Johannesen segði, at fólkaræðið nú hevði talað, og at hann og landsstýrið taka úrslitið til eftirtektar.

Høgni Hoydal helt hinvegin, at úrslitið av fólkaatkøvøðuni var ein fullkomin fiasko. Hann vísti á, at landsstýrið við løgmanni og landsstýrismonnum á odda hevur ferðast kring landið til tess at fáa fólk á val, men at úrslitið er, at bara 33 prosent av Føroya fólki fór á val.

– Meðinparturin sigur nei, so hetta er fyrst og fremst ein lemjandi dómur yvir arbeiðið hjá landsstýrinum og ein svíðandi lúsingur, segði Høgni Hoydal.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, var ikki samdur. Hann heldur tað vera undarligt av Høgna Hoydal at kalla úrslitið í eitt nú Fuglafirði eina fiasko.

– Vit hava gjørt tað, sum ynskt varð av okkum. Kommunufeløgnini ynsktu ikki at vit skuldu tvinga kommunurnar saman, og tað er gott, at vit ikki gjørdu tað, tá fólk í so nógvum kommunum siga nei, segði løgmaður.

Løgmaður gjørdi í kjakinum greitt, at hvussu víkir og vendir, so verður eldraøkið lagt út tl kommunurnar at umsita 1. januar í 2014, eins og skúlaøkið.