Aftur í ár skipaði Bókabýurin við Skagerrak í norsku Tvederstrand Kommunu fyri sonevnda bókmentaliga toppfundinum í sambandi við, at vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður funnin síðst í hesum mánaðinum.
Heiðursgestir á tiltakinum hesuferð vóru Gunnar Hoydal úr Føroyum og kendi finski rithøvundurin Märta Tikkanen.
Upplestur
Endamálið við árliga bókatiltakinum í Bókabýnum í februar mánað er at varpa ljós á norðurlendskar bókmentir. Soleiðis fekk Gunnar Hoydal hesuferð høvi at lesa upp úr nýggju skaldsøgu síni Í havsins hjarta, sum kom út í fjør.
Sum kunnugt er stóra skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal millum annað ein lýsing av menningini í føroyska samfelagnum frá 1880’unum fram til seinasta aldarmót. Rithøvundurin nýtti í hesum sambandi høvið at hugleiða um samspæl og mótspæl millum danska og føroyska mentan.
Kendi finski rithøvundurin Märta Tikkanen valdi at lesa upp úr bók síni Två – scener ur ett konstnäräktenskab, ið er ein sjálvævilig lýsing av hennara baldruta hjúnarlag við høvundan Henrik Tikkanen. Märta Tikkanen hevur annars eitt heilt serligt samband við norska bókmentaheimin. Tað vóru nevniliga norskar kvinnur, sum tóku stig til at lata henni ”Nordiske kvinners litteraturpris” fyri savnið, Århundrets kälekssaga frá 1978, ið gjørdi Tikkanen kenda um allan heim, og sum eisini er týtt til føroyskt.
Bókakjak
Mongu áhoyrarnir, ið vóru møttir til bókamentaliga toppfundin, fingu eisini høvi at hoyra Gunnar Hoydal og Märtu Tikkanen kjakast um norðurlendskar bókmentir og peika á teirra persónligu favorittar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Tikkanen væntar, at finska Leenea Krohn hevur besta møguleika at vinna virðislønina, meðan Gunnar Hoydal heldur, at kappingin serliga kemur at standa ímillum danska Jens Smærup, norska Carl Frode Tiller og Carl Jóhan Jensen, ið er føroyska uppskotið í ár.
Í skaldafótasporum
Norsk lokalbløð hava víst vitjanini úr Føroyum og Finlandi rættiliga stóran ans um vikuskifti og fyriskipararnir gjørdu eisini ferðina serliga áhugaverda fyri høvundarnar. Millum annað vóru Gunnar Hoydal og Märta Tikkanen á vitjan hjá Hans Antonsen, framsøgumanni í Grimstad – Dikternes By, har ungi Henrik Ibsen skrivaði sínar fyrstu tekstir og har Knut Hamsun livdi og skrivaði ein stóran part av sínum langa og virkna lívi sum rithøvundur.
Tiltakið varð stuðlað av Nordisk Kulturfond, Norðurlandahúsinum í Føroyum og Nordisk Informationskontor í Suður Norra.
FAKTA
Bókabýur
Bókabýurin í Tvedestrand er ein býarpartur, har bøkur í allar mátar seta dám á býarmyndina. Í Tvederstrand eru 15 bókahandlar og antikvariat við á leið 400.000 bókum, umframt at skipað verður fyri eini 40 bókatiltøkum um árið.
Millum annað er tað siðvenja í Bókabýnum at varpa ljós á norðurlendskar bókmentir í sambandi við at vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður funnin síðst í februar.