Hoydal undrast á broytingar í løgregluni

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, krevur nú at fáa at vita frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, hvat gongur fyri seg innan løgregluna í Føroyum í løtuni. Umfatandi bygnaðarbroytingar eru á veg í løgregluni í Føroyum, men løgtingsfólk og almenningur vita einki um hesar broytingar. Danir umsita málsøkið.

- Tað tykist margháttligt, at tað skal bera til í 2009 at góðkenna, at slíkar broytingar verða framdar uttanum fólkavald umboð, ið kunnu standa til svars mótvegis fólkinum, ið skal liva við broytingunum, sigur Høgni Hoydal, sum setir Anniku Olsen skrivligan fyrispurning í løgtinginum um málið.

Høgni Hoydal spyr millum annað, hvørjar broytingar eru á veg inn løgregluna í Føroyum, og um føroyskir myndugleikar hava góðkent hesar broytingar.