Hoyr André taka samanum 13. umfar (Rás2)

(Rás2) Hoyr André Olsen taka samanum tað sum hendi í betrideildini hjá monnum ígjár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var gjørd í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen.

 

André Olsen tók samanum 13. umfar, har staðfestast kann serliga, at KÍ og NSÍ nærkast tí støðinum, ið væntað var av teimum undan kappingarbyrjan.

 

André Olsen metti eisini um seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið, ið verða leiktar mikukvøldið 13. juni.