TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Árna Gregersen av teimum trimum málunum, sum komu í dystinum millum Skála og Víking, sum Víkingur vann 2-1. Hallur Hansen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi við liðskipararnar báðar, Atla Gregersen hjá Víkingi og Pætur Dam Jacobsen hjá Skála.
Atli Gregersen staðfestir, at tað er torført at spæla á Skála, og tað var tað aftur í kvøld. Pætur Dam Jacobsen heldur, at Víkingur hevði tað neyðuga hepnið í avgerandi støðum, sum gjørdi, at dysturin koppaði teirra veg.