Hoyr málið og samrøðu við Sølva Vatnhamar

(Ljóðbrot og ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr frásøgnina av málinum, og samrøðu við málskjúttan

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrst frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av sigursmálinum Sølvi Vatnhamar skeyt, tá Víkingur vann 1-0 á B36 í stórsteypadystinum.

 

Hoyr eisini samrøðuna við Sølva Vatnhamar, sum eisini sýndi eina dempaða gleði um stórsteypasigurin, og enn eitt mál í einum steypadysti á Tórsvølli. 

 

Sølvi greiddi frá, at tað var neyðugt at verða varin úti í síðunum, tí har var heldur hált. Men alt í alt ein góð aðalroynd hjá Víkingi áðrenn landskappingin byrjar.