Hvønn sunnudag er Olaf Johannessen at síggja í bestu senditíð hjá DR1. Hann hevur ein av høvuðsleiklutunum í sendingini Brotsgerðin, sum er ein tann best umtókta sendingin hjá DR.
Olaf Johannessen viðgongur, at hann nú er eitt kent andlit í Danmark, og at fólk javnan nýta høvið at práta um Brotsgerðina, tá ið tey hitta hann á gøtuni.
Hoyr samrøðuna, sum Ghetto Føroyar hevur gjørt við Olaf Johannesen her: