"Hoyrdi tú hasa sendingina í dag?" spyr stundum onkur ? ella "Hevur tú lisið bløðini í dag?", og hetta er sjálvandi, tá ið okkurt serligt hevur verið umrøtt.
Í fjør setti Vestegnens Zoneterapiskole lýsing í bløðini, har sagt varð frá skeiði í zoneterapi, ið fór at byrja tá og tá. Vit vóru nøkur, ið meldaðu til, og so leið at teirri tíð, at skeiðið skuldi byrja. Sera spennandi at vita, hvussu hetta nú fór at verða!
Fyrst í september sótu vit til reiðar á skúlabonki, ymisk í sinn og skinn, ymiskt, hvussu aldurin var, men hin mikið umrødda viðgerðin, zoneterapi, hevði hugtikið øll, henda alternativa viðgerðin, sum hon verður nevnd, hóast hon var til, langt áðrenn »hvítir kitlar« sóu dagsins ljós.
Undirvísari var Øjvind Solbakk, og at hann hevði hegni til at undirvísa, var øllum greitt longu frá fyrstu stund ? og tann niðurstøða var sanniliga hin sama, tá ið skúlagongdin var av árið eftir, og øll vórðu avmyndað við prógvi í hond.
Men hvat bar nú hetta prógv í sær?
Og nú er at spyrja, um tygum hava lisið bløðini og lurtað ? ella kanska øvugt, tí tað var ein skelkandi sending í RÁS 2 hin 16. mai í ár, sum ger, at hetta verður fest á blað.
Skúlagongdin kravdi sjálvandi bæði orku og tíð, men øll vóru tó samd um, at úrslitið var stríðið vert, og væl tað.
Tá ið so liðugt er, og ein so smátt hugsar um at fara at gera nakað við tað, ið komið er burturúr, kemur sendingin í Rás 2. Ein, ið hevur virkað latið fólk fáa zoneterapi í eitt áramál frammanundan, fer rættiliga illa við Vestegnens Zoneterapiskole og næmingum hansara. prógvið er snøgt sagt einki vert. Eitt lítið brot úr samrøðuni í »Rás 2« ljóðar so:
Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin (tann, ið Vestnegnens Terapiskole stendur fyri) er for vánalig, og tað, sum eg hugsi um, tað er tað, at brúkarin skal kunna seta nøkur krøv, tað er so nr. 1, og vit hava eingi krøv í Føroyum útyvir tað, at tað er Toll- og Skatt, sum krevur nakað ávíst, fyri at viðkomandi verður MVG-frítikin, tá ið viðkomamdi fer at arbeiða, men tað merkir ikki, at viðkomamdi ikki kann arbeiða, tvs., at vit fáa eina rúgvu av fólki út at virka sum zoneterapeutar, men nú skal tað sjálvandi ikki virka, sum at tú ? at eg tvingi teg til at leggja eftir nøkrum, men liggur ikki ein vandi í fyri brúkaran, at viðkomamdi ikki hava nóg góða útbúgving?
Jú, og tí vil eg til tykkum í Føroyum, sum kundu hugsað tykkum zoneterapiviðgerð: Hyggið eftir og spyrjið um, um viðkomandi er viðurkendur av FDZ!! Tí teir zonneterapeutar, sum lúka hesi minnimum krøv í Føroyum, ein í Suðuroy, 3 í Havn, Petra og Ragnhild, og tær lúka allar treytirnar hjá FDZ! Og tað er ein viss trygd fyri brúkaran, at viðkomandi ER veruligur zoneterapeutur.
Og tað er virkiliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið saman um kemur, at tað er tað ikki.
Tú, haldi eg, brúkti myndina, tá ið tú fórt í ein hýruvogn, tá setti tú eitt krav.
Ja, og tað er tað minsta kravið, eg seti til ein hýruv.før., tað er, at hann hevur eitt koyrikort ? og at ein skipari hevur pappírir, sjálvt um, at tað ikki sigur mær so nógv, um eg hugdi at skiparapappírunum, men tað svarar til at koyra í einum bili, ja, við ongum skili? ja, eg veit ikki, hvussu, man skal siga.
Her verður sipað til prógvið, vit fingu eftir lokna skúlagongd, og má standa fyri rokning hennara, ið eigur orðini.
Altso: Vit, ið hava fingið prógv og ætlandi fara at virka sum zoneterapeutar verða mett javnt við at leiga ein hýruvogn við sjafføri, ið hevur ikki fingið koyrikort.
Hetta, halda vit, kann ikki standa óátalað. Hava strevast eitt heilt ár og fáa slíkan dóm í almennum fjølmiðli? Hvussu kunna fólk hava álit á okkum sum virkandi zoneterapeutar, tá ið ein »erfarin« dama á sama øki letur slík orð falla?
Rokningina fyri tey fer hon sjálv at fáa, og hvussu hetta mál spælir av, er í løtuni ókunnugt. Rætturin fer at tala seinni, hvat úrslit hann so fer at koma til.
Men vit vilja reinsa hetta runublakið av okkum. Vit fingu fyrstu løtu neyvar upplýsingar um tímatal og MVG og annars øll viðurskifti skeiði og møguligum virki eftir, at skúlin var lokin. Og prógv okkara gevur rætt til at virka sum zoneterapeutar á jøvnum føti við aðrar zoneterapeutar!
Tað, ið tykist ørkymla, er, at vit sum virkandi zoneterapeutar ta fyrstu tíðina verða noydd at gjalda MVG.
Hvat tað skal hava við vantandi kunnleika at gera, er kanska ikki øllum greitt.
Vestegnens Zoneterapiskole er ein altjóða viðurkendur skúli. Undirvísingin fór fram innan altjóða fastløgdar rammur. Vit arbeiddu miðvíst ? eftir altjóða forskriftum, sjálvandi, og tá ið nú sami skúli aftur fer undir nýtt skeið, skal eingin, ið ætlar at søkja, setast aftur. Betri undirvísing enn hana, vit hava fingið, fær neyvan nakar nakrastaðni.
Tað kenst sárt í »Rás 2« verða hunddálkað og sammett við ein hýruvognssjaffør við ongum koyrikorti ella skipara, ið siglir, men hevur ikki skiparaprógv.
Sera ósmæðið og lítið umhugsað, halda vit, at siga soleiðis. Skúli okkara ? og harvið undirvísing og undirvísari hava øll tey 25 árini, hann hevur virkað, havt altjóða góðkenning.
Tann, ið við slíkum ósannindum tykist vilja leggja fót fyri okkum, nú vit í smáum vóru hugað at fara til verka, ger ivaleyst mikið fortreð í fyrstu atløgu. Samstarv, sum kanska kundi komið upp á tal, kann illa verða talan um, og ein spurningur er, um tað á nakran hátt hevði gagnað, tí slíkt ger, at tað verður bæði læst og fyri bundið.
Tann, sum í almennum fjølmiðli ber út ósannindi, kann rokna við at fáa mótmæli, og tá ið sendingin í »Rás 2« so ruddiliga vrakaði og niðurgjørdi okkara skúlagongd, ið ? sum áður sagt ? fór fram eftir fastløgdum altjóða krøvum, vilja vit ikki bara mótmæla, men mótmæla harðliga!!
Ikki meiri frá okkara síðu um hetta mál, hóast seinasta orðið ikki enn er sagt.
Rætturin fer at tala seinni, tí Vestegnens Zoneterapiskole hevur stevnt. Og er tað løgið?
Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin (tann, ið Vestnegnens Terapiskole stendur fyri) er for vánalig, og tað, sum eg hugsi um, tað er tað, at brúkarin skal kunna seta nøkur krøv, tað er so nr. 1, og vit hava eingi krøv í Føroyum útyvir tað, at tað er Toll- og Skatt, sum krevur nakað ávíst, fyri at viðkomandi verður MVG-frítikin,tá ið viðkomandi fer at arbeiða, men tað merkir ikki, at viðkomandi ikki kann arbeiða, tvs., at vit fáa eina rúgvu av fólki út at virka sum zoneterapeutar, men nú skal tað sjálvandi ikki virka, sum at tú ? at eg tvingi teg til at leggja eftir nøkrum, men liggur ikki ein vandi í fyri brúkaran, at viðkomamdi ikki hava nóg góða útbúgving?
Jú, og tí vil eg til tykkum í Føroyum, sum kundu hugsað tykkum zoneterapiviðgerð: Hyggið eftir og spyrjið um, um viðkomandi er viðurkendur av FDZ!! Tí teir zonneterapeutar, sum lúka hesi minnimum krøv í Føroyum, ein í Suðuroy, 3 í Havn, Petra og Ragnhild, og tær lúka allar treytirnar hjá FDZ! Og tað er ein viss trygd fyri brúkaran, at viðkomandi ER veruligur zoneterapeutur.
Og tað er virkuliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið saman um kemur, at tað er tað ikki.
Tú, haldi eg, brúkti myndina, tá ið tú fórt í ein hýruvogn, tá setti tú eitt krav.
Ja, og tað er tað minsta kravið, eg seti til ein hýruv.før., tað er, at hann hevur eitt koyrikort ? og at ein skipari hevur pappírir, sjálvt um, at tað ikki sigur mær so nógv, um eg hugdi at skiparapappírunum, men tað svarar til at koyra í einum bili, ja, við ongum skili ? ja, eg veit ikki, hvussu, man skal siga.
M.a. varð soleiðis tikið til í sending í »Rás 2« hin 16. mai í ár. Skúlin, talan er um, er Vestegnens Zoneterapiskole, og næmingarnir, ið fingu prógv sum zoneterapeutar nakað eftir, at henda sending var at hoyra, eru teir, ið fóru undir útbúgving fyri seinasta heyst.
Í sendingini verður Vestegnens Zoneterapiskole sagdur at nytta lítið og einki, og eftir tí er lætt at skilja, at næmingarnir, hann letur fáa prógv sum zoneterapeutar, kunna illa eiga álit hjá nøkrum, ið hevur hoyrt áðurnevndu sending.
Sjálvandi var tað av áhuga, farið varð undir útbúgving í fjør. Og tá ið skúlin lýkur øll krøv, hvat útbúgvingini víðvíkur, var einki ivamál í so máta, og tað varð gjørt greitt alt fyri eitt.
Skúlagongdin var strævin, men hon var samstundis spennandi, og at undirvísingin var dygg og gagnlig, sást við hálvum eyga. Tí fingu øll prógv ? men hetta prógv ger »RÁS 2« í sendingini 16. mai í ár til einkis, og har fer »RÁS 2« út um mark.
Skúlin hevur mong ár á baki, og krøvini, ið sett verða slíkum skúla, lýkur hann øll. Næmingar hansara standa ikki eitt petti aftan fyri teir, ið fáa prógv frá øðrum skúlum av sama slagi.
Men áðurnevnda sending gjørdi almikið fortreð.
1) Ein, sum leigar ein hýruvogn, má kunna krevja, at førarin hevur koyrikort og
2) Av einum, ið siglir sum skipari, má kunna krevjast, at hann hevur síni skiparapappír í ordan og
3) Og tað er virkuliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið saman um kemur, at tað er tað ikki.
Stórt spell, at fólk loyvir sær at bera slík ósannindi, tí tey gera mikið ógagn.
Vit ikki bara mótmæla, men mótmæla harðliga!
OG! Ikki meiri frá okkara síðu um hetta mál.
Men tað liggur á ljóði, at Vestegnens Zoneterapiskole hevur stevnt. Og tað er ikki at undrast á.
Leona Ellefsen
Ebba Jacobsen
Eyðbjørg Jacobsen
Marin Joensen
Joan Poulsen
Anna Olsen
Frida Samuelsen
Helena Viderø Olsen
Tove Simonsen
Allan Dahl Kristensen
Lis í Selvindi
Inga Símunardóttir