Hoyrið hendan 100 ára gamla spæla Bach

Stephen Wilkinseon er pápi dirigentin í Føroya Symfoniorkestri, hálvføroyska Bernhard Wilkinson. Stephen var bretskur hermaður í Føroyum undir krígnum. Hann giftist Onnu Dam úr Sumba. Mánadagin fylti hann 100 ár.

Stephen Wilkinson var í Føroyum sum bretskur hermaður undir seinna veraldarbardaga. Í Føroyum hitti hann Onnu Dam, Onnu í Billhúsi, í Sumba. Tey giftust og fluttu til Onglands.

Vit endurgeva her tað, sum verdóttir hansara, Urd Johannesen, skrivaði um Stephen Wilkinson á Facebook mánadagin:

##med2##

 

»Stephen 100 ár

Í dag fyllur Stephen Wilkinson 100 ár. Hann er sera góður og alskin pápi, svigerpápi og abbi hjá okkum, men mest av øllum er hann eitt serstakliga vakurt og lívsjáttandi menniskja, sum við stórum gávumildni gevur burtur av sínum skapandi, gløggu, sermerktu, eyðmjúku og hugtakandi evnum.

Hann kom til Føroyar sum bretskur hermaður, sum partur av The Royal Navy, men hansara áhugi og alskur var alt annað enn hernaðarligur; hann lærdi seg føroyskt tey tvey árini, hann var her, hitti fleiri mentafólk, m.a. J.H.O. Djurhuus, hvørs yrkingar, hann hevur týtt. Hann kendi einki til Føroyar, tá ið hann varð útsendur higar, og gjørdist fegin, tá ið hann kom í “gamla bókhandil” og sá, at tey høvdu partitur av einari Bach suitu, tí tá visti hann, at her búði mentað fólk. Hann giftist føroyskari kvinnu og flutti aftur til Onglands, tey fingu fýra børn og við tónleikans gátuføru gøtum vildi soleiðis til, at ein av synunum, nú er pápi og maður okkara.

Stephen hevur stórt treiskni, sjálvsagi og dirvi til at læra seg nýtt og bjóða sær sjálvum av. Vit plaga at senda honum føroyskar bøkur, tí hann lesir nógv, bæði skaldsøgur og ævisøgur men serliga eru tað yrkingar, ið hugtaka hann. Hvønn morgun setir hann seg, við hjálp frá stóru ensk-føroysku orðabókini, at lesa á føroyskum, og tá ið vit vitja, kemur hann ofta við fleiri yrkingum, sum hann hevur týtt; seinast vóru tað yrkingar hjá Christiani Matras. Hann tekur altíð ímóti fyrispurningum við størsta lítilætni og fyrivarni.

Eitt dømi er, tá ið eg spurdi hann, um hann hevði áhuga at skriva kórinum Tarira eitt kórverk til yrking eftir Regini Dahl; hann var fegin um fyrispurningin, men nei, eg skuldi ikki rokna við nøkrum, tí hann helt ikki, at hann átti fleiri skapandi tónar í sær. Hann bað meg tó senda sær nakrar yrkingar, tí so vildi hann fegin lesa tær. Vikuna eftir kom fyrsta kórverkið “Toybilskvøld í Havn”.

##med3##

Hann skrivar:

»Dear Urd, Here, to my surprise, is a tiny song. I hope you will like it. Neither I nor you should expect anything more. That would be an even greater surprise. I much hope the venture is going well«.

Tá ið hann so vikuna eftir sendi ein sang afturat skrivar hann:

»Here, to my even greater surprise, is another one. In my old age to exude even a tiny drop like this is exhausting, so please don't expect any more. That would in any case be totally inhibiting! Of course you don't have to accept them if you don't like them or don't think they will sing well or be effective. At least they keep me out of mischief for a day or two«.

Tá ið av tornaði sendi hann kórinum sjey smærri kórverk, sum vóru framførd á fagnarkonsert fyri Regini Dahl 3. november í fjør.

##med4##

Á jólum fáa vit hondskrivað jólakort, har hann sjálvur eisini hevur myndprýtt permuna. Hann er limur í privatum “poetry club”, har tey lesa yrkingar og hittast fyri at tosa og viðgera yrkingarnar. Fyri nøkrum áðrum síðani fór hann undir at læra seg týskt, tí hann hevði fingið tveir týsktalandi svigersynir. Enn setist hann við klaverið og letur aldargomlu fingrarnar dansa ekkaleyst oman og niðan eftir svørt-hvítu tangentunum – og altíð er tað Bach. Hvørt kvøld fer hann treiskur og áhaldandi upp tey 15 brøttu trapputrinini fyri at fara til songar, og hvønn morgun fer hann treiskandi upp aftur somu trin við einum tékoppi til konuna og skemtar við, at tað serliga er ellinta trinið, ið er avbjóðandi.

Í dag verður hann fagnaður heilt privat saman við teim allar nærmastu. Leygardagin 18. mai verður almenn fagnaðarkonsert í Manchester.

Hjartaliga til lukku við teim 100 árunum elskaði Stephen – tú er okkara viti og fyrimynd ❤️

P.S. Spurdur, hvør uppskriftin er upp á eitt langt lív svarar hann “Butter & Bach”, uppskriftin er hervið givin víðari.«