Hoyring um vantandi sosiallóggávu

?Kom og sig tína hugsan - almenn hoyring um vantandi sosiallóggávu?. Við hesum orðum bjóðar valfelagið hjá Sambandsflokkinum Samhald til almenna hoyring í Løkshøll mikukvøldið klokkan 19.30. Í sambandi við innbjóðingina, vísir Jóhan Petersen á, at umleið 5.000 føroyingum tørva endurvenjing um somu tíð, sum almennu Føroyar hava bundið seg til at halda ST sáttmála um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.

Hetta og onnur mál innan sosiallóggávuna verða viðgjørd á almennu hoyringini í Løkshøll.

Við pallborðið sita Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Leila Solmunde, forkvinna í MBF og Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag Pensionista.

Samhald vísir á, at upp á fyrispurning í løgtinginum fyri trimum árum síðan kom fram, at umleið 5.000 føroyimgum tørvaðu endurvenjing.

- Men hjá einum, sum hevur tørv á endurvenjing, tað veri seg av heilabløðing, blóðtøppi, sjúku ella vanlukku, eru tað aloftast eisini tey avvarðandi, sum meiri og minni verða ávirkað av tí manglandi førleika, sum tann, ið hevur tørv á endurvenjing, hevur.

Samhald heldur, at soleiðis kunnu tað lættliga verða 10.000-15.000 føroyingar, sum so ella so eru raktir og/ella ávirkaðir av manglandi endurvenjingartilboðum.

- Og um somu tíð hava almennu Føroyar bundið seg til at halda ásetingarnar í ST-sáttmála um rættindi hjá teimum, sum bera brek, har eitt nú verður sagt, at limalondini skulu taka munadygg og hóskandi stig, so tann, ið ber brek, kann vinna aftur og varðveita størst møguligan førleika.

Samhald heldur, at hetta er bert eitt av mongum økjum, sum ikki eru einum vælferðarsamfelag hóskandi.

Rósa, Leila og Sigvald fara at umrøða mál so sum livikor, bústaðarpolitikk, heimahjálp, rehabilitering og eftirviðgerð. Aftan á útgreiningarnar verður orðaskifti og høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Samhald sigur, at fundurin í Løkshøll er ókeypis, og øll eru vælkomin.