- Fíggjarmálaráðið hevur skapt eitt kaos, sum fer at ríða føroyska samfelagnum sum ein marra, næsta hálva árið, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Les eisini Foreldur skulu ikki rinda
- Alt botnar fyrst og fremst í tí, at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt ein sáttmála við eitt fakfelag, sum er púra óhoyrdur í øllum vesturheiminum, og tað fer nú at smitta av á restina av arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, sigur hann.
Les eisini Hetta er fullkomið kaos
- Tað finst einki annað land í vesturheiminum, sum vit plaga at samanbera okkum við, sum hevur ráð til at lora 10 prosent út í einum lønarvøkstri. Tað ber simpulthen ikki til í vanligum samfeløgum, sigur borgarstjórin í Runavík.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra bersøgnu úttalilsini hjá Torbirni Jacobsen í Rás 2 í dag.