Levi Mørk, Formaður í byggi og býarskipanarnevndini
----
Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini er tað gleðiligt at eisini kunna avdúka, at tað hendir nakað í byggi- og býarskipanarnevndini og í Hoyvík.
Nú sá eg, at borgarstjórin í Havn longu hevur avdúkað hesar ætlanir við nýggju mistaðargøtuni í Hoyvík, og at eftirspurningurin er stórur, og tað eri eg sjálvsagt fegin um.
Vit hava arbeitt leingi við nýggju miðstaðrgøtuni í Hoyvík, og somuleiðis verður arbeitt við at gera klárt til 30 nýggj grundøkir Millum Gilja og Djúpagil í Hoyvík.
Eitt annað mál er nýggjur fótbóltsvøllurin í Hoyvík, her skal bert finnast ein politisk loysn á, hvar vøllurin skal liggja.
Í nýggja mistaðarøkinum vera tað vera fríøkir, stovnar, læknamiðstøð, ítróttaøki, skúlar, barnagarðar og møguliga eitt nýtt ungdómshús í Hoyvík.
Núverandi ungdómshús í Hoyvík er saman við frítíðarskúla, skúla og serstova. So her eru karmarnir ov smáir. Men, her skal sjálvsagt eisini finnast ein politisk loysn, fyri nýggjum ungdómshúsi.
Men eitt er vist, og tað er, at Hoyvík er nýggjur stórbýurin í Føroyum.
Hoyvík, 27-04-2012