Hoyvík fær sín fyrsta matvøruhandil

HANDIL Eftir ætlan letur nýggjur Bónus handil upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík til ólavsøku. Bónus á Glyvrum letur aftur 1. apríl, tá hann flytur í hølini hjá Brotinum í Runavík

Ein nýggjur matvøruhandil verður nú bygdur á horninum við Karlamagnusarbreyt og Atlagøtu í Hoyvík. Tað er Bónus, sum er farið undir at byggja fyrsta handilin í ætlaðu handilsgøtuni í Hoyvík, Karlamagnusarbreyt. Tað er gøtan, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og heilt niðan til Dýrindalsgøtu.
Hóast tað búgva út við 4.000 fólk í Hoyvík, so er eingin matvøruhandil komin har, síðani Keypsamtøkan í sjeytiárunum bygdi høvuðsdeild sína í Hoyvík til havnarfólk. Tá var Hoyvík ein lítil bygd.
Tað er SMS, sum eigur og rekur allar Bónushandlarnar, og har verða onkrar boytingar gjørdar, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS. Umframt Bónus eigur og rekur SMS eisini Miklagarð í SMS, allar Mylnurnar í Havn og Brotið í Saltangará.
– Nú er komið fram, at Bonus á Glyvrum letur aftur. Hetta er ikki heilt so, tó at vit lata aftur handilin á Glyvrum. Men vit flyta Bónus inn har sum Brotið er í Saltangará, sigur Niels Mortensen.
Tað var ein ósmeja við útleigaran, sum gjørdi, at leigumálið hjá Bónus ikki varð longt.
– Vit blivu ikki samdir um prísin. Tað er bara so, at skalt tú reka handil, so mugu útreiðslunar ikki vera ov stórar. Eg haldi ikki, at vit vóru órímulig við okkara ynskjum, men tað bar so ikki á mál, og tí valdu vit ikki at leingja leigusáttmálan, sigur Niels Mortensen.
Hølini hjá Bónus eru tey somu, sum vórðu innrættað til Kvettið í sínari tíð í einum gomlum bilverkstað.
Bónus á Glyvrum letur aftur til 1. apríl, og tá verður Brotið til Bónus – og handilin Brotið hvørvur.
Síðani tíðindi bórust um at Bónus á Glyvrum skuldi lata aftur, hevur Niels Mortensen fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum siga seg fara at sakna handilin.
– Eg havi ikki upplivað fyrr at hava fingið so nógvar áheitanir frá fólki, sum sakna okkum. Men tey kunnu sláa kalt vatn í blóðið, tí Bónus hvørvur ikki, tó at vit flyta. Eg kann vissa øll okkara viðskiftafólk um, at tey verða ikki skuffað, sigur Niels Mortensen.
Hann vísir á, at tá Bónus letur upp í hølunum í Saltangará, verða tað fín nýístandsett høli og ein modernaður handil.
Nýggi bygningurin til Bónus á Karlamagnusarbreyt verður 1.300 fermetrar til víddar, og Niels Mortensen vónar, at handlin kann standa klárur á ólavsøku.

----

FAKTA
Bónus hevur hesar handlar:
Bónus í Miðlon í Havn
Bónus í Klaksvík
Bónus í Miðvági
Bónus á Tvøroyri
Bónus á Glyvrum, sum flytur til Saltangará