Hoyvík omanfyri strikuna

Víkingar fóru seinnapartin krøktir úr Hoyvík

Tað gekk øðrvísi, enn tað við støðutalvuni í huga kundi roknast við, tá ið Giza Hoyvík seinnapartin hevði vitjan av Víkingi.

Undan sjeynda umfari hevði Giza Hoyvík bara vunnið stig í tveimum javnleikum, meðan Víkingur hevði vunnið tríggjar av seks dystum.

 

Í dag vann Giza Hoyvík 2-1, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0.

Niklas Fríði Jacobsen skoraði bæði málini fyri heimaliðið. Tað fyrra við fínum langskoti, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki, og tað seinna átta minuttir eftir steðgin.

 

Bara tríggjar minuttir eftir, at heimaliðið hevði økt um leiðsluna, minkaði Víkingur um munin. Málskjútti var Regin Jensen.

 

Sigurin ber við sær, at Giza Hoyvík, sum síðani eftir annað umfar hevur verið á níggjunda plássi, lyfti seg fram á áttanda pláss og harvið er omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Víkingur er framvegis á fimta plássi við níggju stigum, og nú eru tað sjey stig fram til NSÍ og ÍF.