Hoyvíkingar eru marran hjá Kyndli

Enn einaferð eydnaðist tað H71 at steðga sigursrøðini hjá Kyndli, tá ið liðini bæði leiktu javnt á Hálsi sunnudagin. Dysturin var ógvuliga rótutur og hart spældur, men tá ið tikið verður samanum, eiga kyndlamenn at verða best nøgdir við javnleikin

Hondbóltur

Torførasti mótstøðuliðið hjá oddaliðnum Kyndil hetta kappingarárið hevur verið botnliðið H71. Í grundspælinum vann H71 báðar dystirnar, og í steypakappingini vunnu hoyvíkingar samanlagt, tá liðini bæði hittust í tveimum hálvfinalum. Sunnudagin hevði Kyndil møguleikan at hevna allar ósigrarnar á hoyvíkingum, men enn einaferð prógvaði H71, at teir hava takið á teimum grønu úr Havn.

Óskipað spæl
Tað var ikki tað poleraða hondbóltsspælið, ið borðreitt var við í dystinum á Hálsi sunnudagin. Heldur var tað tilvildarligt og óskipað spæl, har tað fyrstu løtuna tóktist, sum høvdu bæði Kyndil og H71 sett sær fyri at gera skjótt av úr verju í álopi. Hesin taktikkur eydnaðist ikki serliga væl, tí óteljandi ferðir bleiv bólturin blakaður burtur av báðum liðum, tí at spælt bleiv ov skjótt.
Kyndlamenn høvdu sett sær fyri at mansverja liðskiparan hjá H71, Halgir Dahl-Olesen, og tað eydnaðist partvís væl, tí Halgir, ið vanliga er góður fyri eini 8 til 10 mál, fekk einans eitt mál í dystinum. Hinvegin gav hetta betur pláss til leikandi venjaran, Henrik Gerster, og gjørdi hann sær eisini dælt av. Gerster hevði ein av sínum heilt góðu døgum, men hann fekk so sanniliga eisini umstøður til tað av gávumildu kyndlaverjuni. Kyndlaverjan var ógvuliga opin størsta partin av dystinum, og saknurin í Janus Einari Sørensen var ógvuliga sjónligur. Tað er heldur ikki góður verjutaktikkur at geva Henriki Gerster pláss til at koma heilt inn um tríggjar-meturin at skjóta, men tað slapp hann, tí ongin av grønu verjuleikarunum kom út at takla hann.
Tað var eisini H71, ið fekk bestu byrjanina upp á dystin. Hoyvíkingar vóru á odda størsta partin av fyrra hálvleiki, men beint undan steðginum gjørdi Kyndil ein vørr, so at tá ið komið var til hálvleiks, stóð á jøvnum 15-15. Málverjin hjá Kyndli, Jóhan Danielsen, kom spakuliga inn í dystin, tá ið tað nærkaðist hálvleiki, og millum annað hevði hann eina frálíka dupultbjarging, tá ið H71 var á odda 15-14. Samstundis kom eitt sindur betur skil á óskipaða álopsspælið hjá Kyndli, og serliga liðskiparin, Hans Áki Dal-Christiansen, var vælupplagdur.

H71 gav ikki upp
Eftir at Kyndil hevði fingið fatur á hoyvíkingum aftur beint fyri steðgin, vóru tað óivað fleiri, ið væntaðu at heimaliðið fór at fara frá H71 í seinna hálvleiki, men so var ikki. Hoyvíkingar, ið ikki hava tað stóra at spæla fyri, eiga rós uppiborið fyri ikki at geva upp, hóast Kyndil legði seg á odda við tveimum málum í rúma tíð eftir steðgin. Stríðsviljin hjá H71 er tiltikin, og sum áskoðari legði tú eisini til merkis, at leikararnir hjá H71 í nógv størri mun enn teir hjá Kyndli royndu at eggja hvønn annan. Somuleiðis tosaðu hoyvíkingar munandi meiri sínamillum í verjuni, enn hvat mótstøðumenninir gjørdu. Eisini kann spurnartekin setast við, hvi venjarin hjá Kyndli ikki gav summum av sínum leikarum eina pausu, so teir kundu fáa eitt sindur av luft. Kyndil nýtti bert 7 útileikarar í dystinum, meðan H71 brúkti allar sínar tíggju útileikarar!
Kyndil legði seg á odda, tá ið komið var nakað út í seinna hálvleik, men H71 gav ikki skarvin yvir. Kyndil kom á odda 23-21, men tríggjar minuttir seinni hevði H71 lagt seg á odda 25-23. Kyndlamenn svaraðu tó skjótt aftur, og ikki gekk meiri enn ein góður minuttur, so stóð ájøvnum 25-25!
H71 fekk nú tvey brotskøst á rað, sum Henrik Gerster setti í netið, og í sambandi við brotskøstini blivu ávíkavist Josef Abrahamsen og Høgni Klein hjá Kyndli útvístir. Útvísingin hjá Josef var ógvuliga tunn, og hon líktist mest einum kompensatiónsdómi fyri eina upplagda útvísing til Jacob Jónsson stutt frammanundan. H71 var nú á odda 27-25, men Høgni Klein minkaði um munin beinan vegin, ið hann kom aftur á vøllin, og stutt eftir javnaði Hans Áki fyri Kyndil, og samstundis fekk H71 Heina Bentsen útvístan. Knappir fimm minuttir vóru eftir at leika, og nú skuldi man trúð, at Kyndil hevði bestu kortini á hondini, tí teir høvdu ein mann meira, men tað er ikki altíð ein fyrimunur. Hoyvíkingar gjørdu ikki mætari enn at vinna undirtalsstøðuna 2-0, og so vóru teir á odda 29-27!
Bert tríggir minuttir vóru eftir at leika, og nú hevði Kyndil skund. Jacob Jónsson minkaði skjótt um munin, og í næsta álopinum hjá Kyndli fingu teir brotskast, og samstundis fekk Henrik Gerster sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hans Áki Dal-Christiansen javnaði til 29-29, og klokkan vísti 28:53. Hoyvíkingar fóru í álop, og Johnny Durhuus bleiv spældur leysur, men Jóhan Danielsen í kyndlamálinum stórbjargaði. H71 hevði tó framvegis bóltin, og teir fingu loyvi til at spæla eitt sera langt álop, sum 15 sekund fyri tíð gav eina útvísing til Høgna Klein hjá Kyndli og samstundis 3-metrar til H71. Hóast ikki var markerað fyri nøli enn, valdu hoyvíkingar at leggja upp til Halgir Dahl-Olesen, men enn einaferð bjargaði Jóhan Danielsen. Kyndil tók time-out, og fimm sekund vóru eftir at spæla. Bólturin bleiv spældur skjótt fram á høgra vong til Ken Zachariassen, sum valdi at spæla yvir um til Hans Áka á vinstra vongi, men tá var tíðin longu farin. Ken átti helst at roynt sjálvur, men kanska var vinkulin ov spískur hjá honum at royna seg í. Dysturin endaði tískil við javnleiki 29-29, og tað var á eini góðari leið. Um nakað, so vóru tað hoyvíkingar, ið vóru nærri sigrinum, men teir manglaðu eitt sindur av tí hepni, ið ofta fylgir einum oddaliði.

Dysturin í tølum
Kyndil - H71 29-29 (15-15)
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(3), Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 5, Ken Zachariassen 4, Josef Abrahamsen 2(1), Jónleif Sólsker 1, Finnur Hansson 1
H71: Henrik Gerster 13(4), Heini Bentsen 5, Johnny Durhuus 4, Olaf Vestergaard 3, Eyðun Jensen 2, Halgir Dahl-Olesen 1, Bárður Brimvík 1
Brotskøst: Kyndil 4(4), H71 4(4)
Útvísingar: Kyndil 6, H71 10 (Olaf Vestergaard og Henrik Gerster 3 x 2 minuttir)
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen - ungu klaksvíkingarnir fingu sína sak fyri, tí tað eru altíð rokdystir, tá Kyndil og H71 hittas. Sekstan útvísingar bleiv tað til, og tað var kanska í meira lagi.