Hoyvíkingar eyðmýktu oddaliðið

H71 ? VÍF 36-23 (17-11)

 

Hondbóltslagið er gott í Hoyvík. Fyri løtu síðan vann H71 við 36-23, tá oddaliðið VÍF vitjaði.

Heimaliðið hevði eina leiðslu á tvey mál í stórum løtum av fyrra hálvleiki, men seinastu løtuna undan hvíldini var eingin ivi. Hoyvíkingar vunnu sær skjótt eina trygga leiðslu, og tá avtornaði vóru 13 mál á muni millum liðini. Lítið bit var í gestunum, sum tóktust taka sær av løttum.

Jens Skipagøta stóð serstakliga væl í málinum hjá H71, og átti hann avgerandi leiklut í sigrinum. Serliga í fyrra hálvleiki, tá hann við fleiri stórbjargingum varðveitti leiðsluna hjá heimaliðnum.