Coca-Cola kappingin
Hoyvíkingar høvdu bestu kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, sum var leikt í høllini í Hoyvík mikukvøldið. Fyrru hálvfinaluna høvdu teir vunnið greitt við sjey málum, so tað var ein trupul uppgáva, ið kyndlamenn høvdu fyri stavn. Hinvegin var uppgávan ikki heilt ómøgulig hjá teimum grønu úr Kyndli, tí tríggjar dagar frammanundan, høvdu teir vunnið við júst sjey málum á arvafíggindanum VÍF í Vestmanna.
Kyndil fekk ikki gongd á álopsspælið
Bæði liðini tóktust at hava rættuliga fitt av nervum, tá ið dysturin byrjaði. Serliga kyndlamenn tóktust ávirkaðir av nervum fyrstu løtuna, og av somu orsøk vóru eisini fleiri óneyðug bólttap. Tá ið tað tó eydnaðist teimum at koma til skot, var hoyvíksverjan rættuliga stinn og fekk blokerað nógvar skotroyndir fyrsta korterið.
Hinvegin høvdu hoyvíkingar eisini trupulleikar við at fáa sítt álopsspæl at koyra, og harafturat vóru teir ikki altíð nóg neyvir, tá ið tað eydnaðist teimum at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá Kyndli.
Liðini fylgdust rættuliga væl í fyrra hálvleiki, men tað vóru hoyvíkingar, ið tóktust at hava munin. Teir vóru eitt vet ágrýtnari enn kyndlamenninir, og taktikkurin hjá teimum við at mansverja Jacob Jónsson eydnaðist væl aftur í dag. Hetta var sami taktikkur sum í fyrru hálvfinaluni, og tað skerst ikki burtur, at álopsspælið hjá Kyndli kom als ikki í gongd fyri steðgin.
Tað hjálpti heldur ikki um álopsspælið hjá Kyndli, at dómararnir báðir vóru rættuliga kvikir at markera fyri dráli. Kanska vóru teir eitt sindur ávirkaðir av manssterku viðhaldsfólkunum hjá hoyvíkingum, ið geylaðu nøl, so skjótt Kyndil fór í álop. Hetta viðførdi, at talan ofta bleiv um sonevnd panikskot frá kyndilsmonnum, og ein maður sum Ken Zachariasen hevði als ikki innstillað kanónina rætt til dystin, men hann var ikki tann einasti.
Tá ið komið var til hálvleiks, var tó ikki tann stóri munurin, tí hoyvíkingar vóru á odda við bara einum máli, 12-11, men samanlagt vóru teir á odda við átta málum, og tað var mest umráðandi!
Spenningur kom í
Seinni hálvleikur gjørdist rættuliga spennandi. Kyndil fekk skipað álopsspælið hjá sær betur, og samstundis fingu hoyvíkingar tiltuskað sær fleiri býttar útvísingar fyri t.d. at blaka bóltin burtur og kjaftaslit. Harafturat kom stígur í álopið hjá H71, eftir at Kyndil fór undir at mansverja stórskjúttan hjá hoyvíkingum, Halgir Dahl-Olesen.
Spakuliga fór Kyndil frá hoyvíkingum, og samanlagdi munurin bara minkaði. Longu tá ið tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði Kyndil lagt seg á odda við fimm málum, og so manglaðu teir bara tvinni mál fyri at koma ájavnt við H71 samanlagt. Næstu løtuna hevði Kyndil eina greiða leiðslu, men tað eydnaðist teimum tó ongantíð at koma tey neyðugu sjey málini framum. Orsøkin til tað var millum annað, at Levi Nybo í málinum hjá hoyvíkingum hevði nakrar sera týðandi bjargingar, og samstundis kom øði í Halgir, og tá ið hann gerst óður, hevur hann nøkur ótrúlig evnir til at berja seg ígjøgnum og smekka bóltarnar í kassan. Eisini leikandi venjarin hjá H71, Henrik Gerster, fekk nøkur ógvuliga týdningarmikil mál í seinna hálvleiki.
Tá ið fýra minuttir vóru eftir at leika, komu kyndilsmenn á odda 26-21, og tá ið Henrik Gerster beint eftir málið fekk eina útvísing, kundi tað kanska borið til at komið ájavnt, men so var ikki. Jacob Jónsson hevði ikki marginalirnar við sær mikukvøldið, og tvær ferðir seinastu løtuna rakti hann træverkið. Ístaðin eydnaðist tað hjá Niels Viggo Niclasen hjá H71 at punktera teir grønu knappar tveir minuttir fyri dystarlok, tá hann skoraði til 22-26. Eitt mál kom afturat í dystinum, og tað fekk H71, so at endaliga úrslitið gjørdist 26-23 til Kyndil. Samanlagt vann H71 tó við fýra málum.
Hoyvíkingar gjørdu tað trupult fyri seg sjálvar
Eftir dystin mikukvøldið kundi staðfestast, at tað fyrst og fremst vóru hoyvíkingar sjálvir, ið høvdu gjørt seinnu hálvfinaluna óneyðuga spennandi sæð við hoyvíkseygum. Sum áðurnevnt bjargaðu teir sær nakrar fullkomiliga óneyðugar útvísingar, ið gav kyndlamonnunum yvirtalsstøður. Sum dømi kann nevnast, at tá ið støðan var 22-17 til Kyndil fekk Henrik Gerster tveir minuttir fyri kjaftaslit, og bert hálvan minutt seinni fekk Heini Bentsen tveir minuttir fyri at blaka bóltin burtur! Eisini er trupult at skilja, hví H71 gavst við at mansverja Jacob Jónsson í seinna hálvleiki, tí júst hesin taktikkur hevði darvað álopsspælinum hjá Kyndli munandi.
Somuleiðis mundu tey flestu undrast á, hví Kyndil gavst við at mansverja Halgir Dahl-Olesen. Kyndil byrjaði at mansverja Halgir beint eftir steðgin, og tað gav beinan vegin úrslit, men tá ið teir vóru við at koma ájavnt við hoyvíkingar samanlagt, steðgaðu teir við at mansverja Halgir. Hetta fekk beinan vegin meiri skil á álopsspælið hjá H71, og seinastu tíggju minuttirnar skoraðu teir fimm ferðir, meðan Kyndil einans skoraði tríggjar ferðir.
Vánaligur atburður
Tað er harmiligt at síggja, hvussu vánaligan atburð nógvir av okkara fremstu hondbóltsleikarum vísa á vøllinum. Aftur mikukvøldið vóru fleiri dømi um hetta, og tað skerst ikki burtur, at tað eru summir av teimum royndastu leikarunum, ið ganga á odda. Tað er forkastiligt at hoyra, hvussu menn gjøgnum allan dystin brúka munn ímóti dómarunum, uttan at hetta fær nakrar avleiðingar fyri teir. Tað skal tó sigast, at mikukvøldið fekk Henrik Gerster eina útvísing fyri kjaftaslit, men onkur annar royndur liðfelagi hjá honum átti at fingi tveir minuttir fyri tað sama langt áðrenn Gerster.
Somuleiðis skal nevnast, at tað er undrunarvert, at ein maður sum Høgni Klein hjá Kyndli slapp undan reyða kortinum eftir at hava gjørt seg inn á Gerster.
Nú er bert at vóna, at slíkur atburður ikki verður at síggja í steypafinaluni, tí hon verður send í sjónvarpi til alt Føroya fólk, og tá er umráðandi at gera góða reklamu fyri hondbóltin.
Dysturin í tølum
H71-Kyndil 23-26 (12-11)
H71 víðari við samanlagt 48-44
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl-Olesen 8, Henrik Gerster 5(2), Niels V. Niclasen 3, Jákup á Borg 2, Heini Bentsen 2, Johnny Durhuus 2, Bárður Brimvík 1
Kyndil: Høgni Klein 8, Hans Áki Dal-Christiansen 6(1), Josef Abrahamsen 5(1), Jacob Jónsson 2, Janus Einar Sørensen 2, Finnur Hansson 2, Jónleif Sólsker 1
Brotskøst: H71 4(2), Kyndil 3(2)
Útvísingar: H71 9, Kyndil 3
Dómarar: Kári Hansen og Trygvi Mortensen ? áttu at lagt eina linju beinan vegin, so at sloppið varð undan øllum ónotunum, og eisini revsa kjaftaslit nógv harðari. Hinvegin eru dystir millum H71 og Kyndil at kalla altíð ógvuliga harðir og truplir at døma