Hoyvíkingar hanga í

Fyri steðgin kravdi tað framúr málmansspæl, men tá H71 eftir steðgin setti ferðina í topp, fingu strandingar ikki gjørt tað heilt stóra

Hondbóltur

 

H71 mest sum krøkti StÍF av oddastríðnum, tá liðini gjár dystaðust í Hoyvíkarhøllini.

Strandingar hava annars hingið væl í oddaliðunum fyrsta fjórðingin av kappingarárinum, hóast liðið hevur verið fleiri lyklaspælarar fyriuttan. Ikki minst báðar Justinusse-beiggjarnar, og hetta var als ikki broytt sunnudagin.

 

Levi var framúr

Fyri steðgin gjørdi hetta tó ikki tann heilt stóra munin. Í álopspartinum megnaði liðið fyri tað mesta at bíða eftir møguleikanum, og eisini í verjupartinum gekk so heilt hampuliga væl.

Tað var tó ein spælari á H71-liðnum, sum støðugt helt seg oman fyri strandingar. Leiv Nybo hevur støðugt ment seg til ein tann fremsta málverjan í landinum, og hóst Marian Cirloganescu hjá StÍF hevði sína vanliga stóru nøgd av bjargingum, so var hetta lítið móti teimum, sum Levi støðugt framdi í Hoyvíkarmálinum.

Tí hildu hoyvíkingarnir seg eisini støðugt frammanfyri, og tá Janus Sørensen so veruliga tendraði kanónina seinna partin av fyrra hálvleiki, fekk heimaliðið alt betri hug at renna avstað.

 

Seks á rað

Og hóttanin gjørdist eisini veruleiki, tá seinni hálvleikur byrjaði.

H71 skoraði nevnliga fyrstu seks málini eftir steðgin, og so var tað ikki longur ein spurningur um, hvønn vegin sigurin skuldi fara. Eitt skifti stóð somikið nógv sum 22-12 á talvuni, og tað bendi veruliga á sorl. Og hóast StÍF slapp at pynta um úrslitið, so kom sigurin hjá heimaliðnum slettis ikki í vanda.

Sigurin ber við sær, at H71 framveigs er ájavnt Neistanum í dystinum um annað plássi á stigatalvuni, so tað er veruliga lagt upp til grannabrak, tá Neistin vitjar í Hoyvík um eina viku.

StÍF er nú hinvegin trý stig aftan fyri tey bæði liðini, so ráðini eru ikki til at missa so øgiliga nógv afturat, um teir framvegis vilja spæla við í oddinum.

 

Fakta um dystin

H71-StÍF 25-19 (12-10)

10 min: 4-3

20 min: 11-8

40 min: 18-12

50 min: 22-15

Málskjúttar

H71: Janus Sørensen 7(1), Dánjal Tórgarð 6(2), Halgir Dahl Olesen 4(1), Regin Joensen 3, Gunnar Bláberg 2, Johnny Durhuus 1, Esbern Patursson 1, Niels Viggo Niclassen

StÍF: Jørmund Joensen 4, Kári Horn 3, Alexandur Johansen 3, Mortan Hansen 3, Rúni Johansen 3, Borgar Danielsen 1, Arnhold Berg 1, Bárður B. Danielsen 1

Brotskøst: H71 5

Útvísingar: H71 2, StÍF 5

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen