Hoyvíkingar lidnir

Kyndil vann nevnliga tepran sigur, tá teir í dag vitjaðu í Hoyvík í einum dysti, sum hvørgin parturin hevði ráð at tapa.

Fyri steðgin var Kyndil greitt omaná, men hoyvíkingar togaðu seg aftur í dystin, og seinastu 20 minuttirnar var munurin sera lítil.

Tað eydnaðist tó ongan tíð hjá vertunum at vinna seg upp á javnleikin, og so mugu teir ásanna, at teirra leiklutur í FM-kappingini nú er av.

Kyndil hevur hinvegin framvegis møguleikan, og teir skulu komandi vikuskiftið spæla heimadyst móti StÍF.

 

Hjá H71 var Dánjal Tórgarð besti málskjútti við 8 málum. Bárður Johannesen skoraði 6 mál fyri Kyndil.

 

H71-Kyndil 23-24 (10-14)