Nú býráðsval verður í heyst, eiga hoyvíkingar at fáa sítt egna valstað. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn.
Sum støðan er nú, skulu hoyvíkingar oman til Havnar at velja í ítróttarhøllini á Hálsi, saman við øllum hinum veljarunum í Havn. Men argjafólk hava sítt egna valstað og tey í Kaldbak hava eisini sítt egna valstað.
Og nú heldur Tróndur Sigurðsson, at hetta er akkurát lagaliga løtan at skipa eitt valstað í Hoyvík eisini, og tað hevur hann samstundis heitt á umsitingina í býráðnum at taka upp.
Tá ið hann sigur, at hetta er lagaliga løtan til tað, hugsar hann um koronu. Ein aðaltáttur í royndunum at basa koronu, er at forða fyri, at alt ov nógv savnast á einum stað.
– Fáa vit eitt valstað í Hoyvík, hevði tað spjatt veljararnar á fleiri valstøð og tað hevði fingið stóran týdning í royndini at spjaða fólk, heldur enn at troka alt saman í ítróttarhøllini á Hálsi, sigur hann. Hann heldur, at eitt valstað í Hoyvík kundi verið fyri hoyvíkingar og veljararnar á Hvítanesi.
Hann sigur, at tað hevði eisini bøtt munandi um ferðslutrupulleikarnar ið standast av at øll skulu velja á Hálsi.
Tað eru næstan 5.000 fólk í Hoyvík, so hóast Hoyvík var eitt valstað fyri seg, hevði tað verið eitt av størstu valstøðum í landinum. Og sleppa tey undan at fara til Havnar, hevði tað eisini verið eitt íkast í royndunum at basa koronu, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tískil eigur eitt valstað at verða skipað í Hoyvík, í hvussu so er til býráðsvalið. Royndirnar av tí kunnu so brúkast til at skipa Hoyvík sum eitt varandi valstað, tí hann heldur, at Hoyvík skal vera valstað fyri seg, eisini í framtíðini. Tað hevði somuleiðis gjørt tað nakað skjótari at talt atkvøðurnar og sostatt skuldi valúrslitið eisini verið tøkt nakað væl fyrr enn tað er nú, leggur hann afturat.
Tróndur Sigurðsson heldur, at Hoyvíksøllin er besta boðið upp á eitt valstað í Hoyvík. Ein møguleiki er skúlin á Løgmannabreyt, men hann letur tað upp í hendurnar á umsitingini at finna tey bestu hølini til endamálið.