Tað er framvegis torført at taka dagar ímillum, um man skal nevna eitt av fyrstudeildarliðunum sum upplagdan FM-kandidat. Fleiri lið eru um boðið, og liðini skiftast um at vinna á hvørjumøðrum. Mikukvøldið leiktu StíF og H71 fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, og tá vunnu strandingar við heili sjey málum. Leygardagin leiktu liðini so aftur í endaspælinum í landskappingini, og tá gjørdist úrslitið eitt heilt annað.
Strandingar
leingi á odda
Tað vóru gestirnir, sum byrjaðu dystin betur. Leingi høvdu teir leiðsluna, og tað hjálpti ikki um støðuna hjá H71, at teir fingu ikki færri enn fýra útvísingar fyrstu 14 minuttirnar av dystinum.
Venjarin hjá strandingum, Jónleif Sólsker, hevði lagt taktikkin soleiðis, at høgra verjusíða hjá StíF vardi rættuliga frammarlaga á vøllinum ímóti Hans Guðmundssyni og Halli Danielsen. Í byrjanini tóktist hetta eisini at nerva leikandi venjarin hjá hoyvíkingum nakað, tí tað gekk rúm tíð, áðrenn hann fekk innstillað kanónina rætt. Hinvegin eydnaðist tað ikki so væl hjá Eliasi Hansen at verja offensivt móti Halli Danielsen á vonginum, tí fleiri ferðir eydnaðist tað Halli at smoyggja sær aftur um Elias, men tíbetur fyri Elias og StÍF, so brendi Hallur fleiri upplagdar møguleikar hesa løtuna.
Um miðjan seinna hálvleik raknaði H71 við, tá ið strandingar høvdu lagt seg á odda 7-3. Hans Guðmundsson hevði nú fingið innstillað kanónina, og samstundis fór álopsspælið hjá StÍF at ganga verri, men so høvdu strandingar Alexandur Johansen sum innan fyri fimm minuttir snýtti verjuna hjá heimaliðnum tríggjar ferðir og sendi bóltin í netið hjá Ragnari Mouritsen, sum heldur óvæntað fekk møguleikan í málinum hjá H71.
Dysturin leygardagin var eitt sjónligt prógv um, at veikleikin í annars sterku H71-verjuni liggur úti í báðum borðunum. Hetta hevði venjarin hjá StíF óivað eisini lagt til merkis, tí álopsspælið hjá StíF koyrdi nógv
upp á, at tað skuldi enda við, at vengurnir sluppu ígjøgnum. Hetta eydnaðist eisini rættuliga væl í fyrra hálvleiki í dystinum, tí at teir báðir vengurnir hjá strandingum, Alexandur Johansen og Agnar Højgaard, fingu báðir rættuliga fitt av málum fyri steðgin.
Tá ið sjey minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, legði Alexandur StÍF á odda 11-8. Hoyvíkingar komu tó við aftur og fingu javnað út, áðrenn stóri verjuleikarin Bárður Brimvík fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið fyri nakrar býttar og óneyðugar útvísingar, sum tó vóru í lagi.
Alexandur Johansen, ið rættuliga gjørdi ein vørr móti endanum av fyrra hálvleiki, hevði ein stóran møguleika at leggja strandingar á odda 12-10, men Ragnar Mouritsen í H71-málinum bjargaði frágera væl, og hoyvíkingar vóru skjótir í hin endan, har Hans Guðmundsson javnaði til 11-11.
Liðini fingu bæði hvør sítt mál aftrat fyri steðgin, so at hálvleiksstøðan var 12-12, og einki var avgjørt.
Teir mongu áskoðararnir, ið vóru í høllini, sótu við spenningi og bíðaðu eftir seinna hálvleiki, og tað var ikki sørt, at ein var ovfarin av, havandi illveðrið í huga, at so nógvir strandingar høvdu leitað sær til Havnar
at stuðla liðnum hjá sær, tí helst var størri helmingurin av áskoðarafjøldini komin innan av vestara armi av Skálafjørðinum.
Dýr útvísing
Strandingar byrjaðu seinna hálvleik betur. Heilt tíðliga í seinna hálvleiki bleiv málverjin hjá hoyvíkingum vístur út í tveir minuttir, og
hetta gav StíF møguleikan at leggja seg á odda aftur, og tað gjørdu teir sær veruliga dælt av. Teir báðar næstu minuttirnar skoraðu strandingar tríggjar ferðir, meðan H71 einki mál fekk í hinum endanum, og tískil var StÍF á odda 15-12, tá ið bara fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Tað gekk rættuliga javnt á næstu løtuna, men so byrjaðu strandingar at fáa nógvar býttar útvísingar, og hetta førdi so við sær, at H71 spakuliga fór at eta seg inn á gestirnar. Millum annað fekk spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, eina útvísing fyri kjaftaslit, men
tað skal tó leggjast aftrat, at Jónleif hevði grein í sínum máli tá.
Hann varð heilt greitt rendur um koll, men dómararnir lótu sum einki, og tískil kendi Jónleif seg noyddan til at siga teimum nøkur borgarlig orð, sum so kostaðu honum tveir minuttir á beinkinum.
Munurin minkaði alsamt, og tað kostaði StÍF dýrt, at Sveinbjørn Poulsen um miðjan seinna hálvleik fekk sína næstu útvísing. Sveinbjørn er ein týandi liður í verjuni hjá strandingum, og tað sást eisini hesar báðar minuttirnar, ið hann var úti, tí upp á hesa løtu fingu hoyvíkingar trý mál, meðan gestirnir einki fingu. Tað gekk heldur ikki stórt betur, tá ið Sveinbjørn kom inn aftur, tí hoyvíkingar hildu bara fram og fingu tvey mál aftrat, meðan StíF einki fekk, so at H71 var á odda 23-21, tá ið níggju minuttir vóru eftir at leika, fýra minuttir eftir at teir vóru aftan fyri við trimum málum, 21-18.
Síðstu minuttir gekk aftur rættuliga javnt á, og hóast munurin allatíðina var lítil, so tóktist tað ongantíð sum um, at strandingar fóru at fáa hoyvíkingar aftur.
H71 helt leiðsluna til dystarenda, og endaliga úrslitið gjørdist 30-28 til heimaliðið, sum nú av álvara líkist einum góðum boði upp á ein FM-vinnara.
Valuta fyri pengarnar
Teir mongu áskoðararnir í høllini á Hálsi sóu ein spennandi, undirhaldandi og til tíðir væl leiktan dyst, sum endaði við einum heimasigri. Strandingar kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at teir ikki vunnu dystin, tí teir høvdu veruliga hoyvíkingar á knøunum, men tíverri fyri teir, so dugdu teir ikki at gera sær dælt av hesum. Hinvegin loyvdi StÍF heimaliðnum við aftur í dystin, og tá ið spenningurin var í hæddini
um miðjan seinna hálvleiki, megnaðu strandingar ikki at halda høvdið kalt, og tað dugdu hoyvíkingar at gera sær dælt av.
Dómararnir í dystinum, Jákup Sverri Kass og Hugo Lykke Larsen, megnaðu til fulnar at stýra einum til tíðir hart leiktum dysti við nógvari ferð.