Tað eru MAP arkitektar, ið standa fyri ráðgevingini og uppskotinum.
Hoyvíkshøllin varð bygd í 2002 sum ein venjingarhøll. Síðani er virksemið vaksið ár eftir ár og eru betraðar umstøður harðliga tiltrongdar. Útbyggingin fevnir um ein tilbygning á tilsamans 520 fermetrar omanúr høllini. Í bygninginum verður forhøll, umklæðingarrúm, goymsla og vesi. Á loftshæddini verður møguleiki fyri felagstiltøkum av ymsum slagi.
Útbyggingin fer at betra munandi um umstøðurnar bæði hjá íðkandi, áskoðarum og hjá vitjandi í høllini. Eisini verða møguleikarnir betraðir hjá teimum, ið fyriskipa og eru rundanum tað, ið fyriferst í høllini.
Sum limur í Mentamálanevndini hevur tað verið hugaligt eisini at tikið stig til ungdómsvirksemi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík – Klubb 188. Hesi stig fara at menna trivanðin enn meira í býarpartinum, har børn og ung kunnu møtast undir tryggum og mennandi karmum.