Hoyvíksprestur sum klædnamodell

Bára Silvansdóttir hevur á Youtube rás síni lagt út eina video, har eitt nú Theodor E. D. Olsen, prestur í Hoyvík, gongur »mótaframsýning«.

Talan er um klæði frá Reyða Kross handlinum, og Bára Silvansdóttir hevur »stylað« tríggjar kendar føroyingar.

Tey eru:

Rebekka Petersen, tónleikari

Theodor E. D. Olsen, prestur og

Elin Løkin, rokkstjørna, poppstjørna – ella sum Bára Silvansdóttir sigur tað: »Eg haldi bara, at hon er ein stjørna!«

Trýstið á pílin undir myndini fyri at síggja video.

##med2##