Kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta. Byrjað verður í kirkjuni við eini bíbilsøgu, og síðani verður bjóðað til lasanju í Kirkjukjallaranum. Øll eru vælkomin!
Kl. 19.30 verður Miðvika við Hera Joensen, presti. Her fer at hugleiða um at vera ”prestur í Norðoyggjum fyrr”.
Heri Joensen, sóknarprestur, kemur at lýsa gerandisdagin hjá presti í Norðoyggjum tíðliga í farnu øld. Eitt nú, hvussu ofta prestur var á útoyggj, og hvørjar uppgávur hann annars hevði.
Heri er ein avbera góður frásøgumaður, so áhugavert verður at hoyra hann greiða frá.
Ein drekkamunnur verður eisini at fáa.