Hoyvíkshøllin loksins gjørd liðug

Tórshavnar kommuna hevur játtað fýra milliónir krónur til at gera Hoyvíkshøllina lidna. Peningurin verður brúktur til at innrætta ovaru hæddina í bygninginum, sum varð bygdur upp í høllina fyri nøkrum árum síðani. Har verður m.a. ein køkur bygdur, og eisini verður lyfta sett upp í bygninginum.

 

Eg fegnist um, at vit loksins eru komin til hetta byggistigið í dagføringini av Hoyvíkshøllini, tí stórur tørvur er á plássi í høllini, sum øllum kunnugt verður væl vitjað í familju- og barnaríka umhvørvinum í Hoyvík. Virksemið í høllini er nógv, og hon er dømi um ein kjarna í einum býarparti, sum skapar trivnað og gleði í gerandisdegnum. Vit skulu hava fleiri slíkar ”trivnaðarkjarnar” runt í Havnini, har børn, ung, foreldur og eldru ættarliðini búleikast og trívast.

 

Næsta stig í Hoyvíkshøllini eigur at verða fleiri áskoðarapláss, tí har ov trongligt hjá áskoðarunum. Tað kann hóskandi verða ein nýggj verkætlan hjá býráðnum at seta á dagsskrá.

 

Hoyvíkshøllini var í umbyggingini víðkað 520 fermetrar, har bert teir 260 fermetrarnir í veghædd vóru endaliga innrættaðir við høvuðsinngongd, forhøll, goymslum, umklæðingarrúmum og vesum til áskoðararnar. Seinasta stigið í hesi verkætlanini er, sum nevnt, at innrætta seinnu 260 fermetrarnar í ovaru hæddini.