Ungar gentur hava seinastu tvey árini fingið tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV-virus, sum kann vera krabbaelvandi. Hetta tilboðið líkist tí tilboði, sum verður veitt í okkara grannalondum og varð sett í verk eftir tilmæli frá landslæknanum, sum er ovasti heilsumyndugleiki í Føroyum.
Í vikuskiftinum hava fleiri fjølmiðlar viðgjørt spurningin, um dreingir eisini skulu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV. Fleiri áhugaverd og viðkomandi argument fyri at víðkað tilboðið hava verið førd fram, og taka vit spurningin í størsta álvara.
Enn hava heilsumyndugleikarnir ikki mælt til, at dreingir skulu hava sama tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV-virus sum gentur, og einki av londunum kring okkum, ið vit vanliga samanbera okkum við, hava sett í verk tilboð um ókeypis koppseting ímóti HPV-virus fyri dreingir.
Í vikuskiftinum hevur Heilsumálaráðið verið í samband við Landslæknan og danska heilsustýrið, fyri at kunna seg um gongdina í málinum, og um heilsumyndugleikarnir hava ætlanir um at broyta tilmælið soleiðis, at tað eisini fevnir um koppseting av dreingjum fyri HPV.
Heilsumyndugleikarnir hava enn ongar ætlanir um at broyta tilmælið, men í svarinum verður greitt frá, at tey fylgja væl við gongdini á økinum og meta javnan, um tað er grundarlag fyri at broyta tilmælið um koppseting fyri HPV.
Sum landsstýrismaður í heilsumálum fari eg framhaldandi at fylgja væl við gongdini í málinum, men í løtuni er ikki ætlanin at víðka tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV til dreingir.