Víkinga leikarin Súni Olsen er sættur í røðini at svara spurningar í samband við HM í Brasil í summar.
Súni Olsen heldur við Hollandi, av teirri orsøk, at hann spældi í hollendskum fótbólti tíðarskeiðið 2001 og 2002. Súni Olsen spældi við FC Zwolle, ið vann hollendsku steypakappingina í hesum kappingarárinum.
Súni Olsen náddi at spæla 53 landsdystir fyri føroyska landsliðið, áðrenn hann í fjør, valdi at takkað fyri seg á landsliðnum. Harafturat hevur Súni Olsen eisini skotið 4 mál á landsliðnum. Best munnu fólk minnast frísparksmálini móti Sveis og Litava.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Tað er ongin loyna, at HM í Brasil fer at seta dám á summarið fyri mítt viðkomandi. Tó verður tað ikki so, at eg fari at hyggja eftir hvørjum dysti, men harafturímóti velja teir, ið eg meti verða spennandi og lokkandi - her hugsi eg kanska serliga um stórdystirnar í bólkaspælinum, umframt dystirnar eftir bólkaspælið.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Mín fjepparastuðul fer til Holland av tí orsøk, at eg eitt tíðarskeið búði í Hollandi sum yrkisfótbóltsleikari, og tí at mær dámar so væl tann hollendska fótbóltshugsanarháttin.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- At síggja, hvat landslið verður vónsvikið, og hvat landslið tekur fótbóltsheimin á bóli
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- HM í Italia í 1990 við R. Baggio, L. Matthaus, G. Lineker, D. Maradona, R. Milla, S. Schillaci og R. Higuita á odda. Minniliga hálvfinalan ímillum Vesturtýskland og England í Torino er ikki til at gloyma aftur.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- HM í USA í 1994, tá ið Bulgaria við Hristo Stoichkov, Yordan Letchkov og Krassimir Balakov skaptu eina stórhending. Leggjast skal afturat, at Hristo Stoichkov enntá gjørdist mín fyrimynd í fleiri ár eftir endaspælið í USA.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Her havi eg eitt uppskot, ið telur 3 landslið - annaðhvørt Spania, Brasil ella Argentina.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Eg vænti Sergio Aguero (Argentina) ella Andrea Pirlo (Italia).
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør