Hondbóltssambandið hevur gjørt nakrar broytingar í skránni fyri hesa vikuna. Upprunaliga skuldu tríggir dystir verða í annaðkvøld, men nú er kvinnudysturin millum Stjørnuna og Kyndil fluttur til 28. mars. Dystirnir millum StÍF og Neistan verða spældir eftir ætlan.
Sunnudagin eru broytingar í tíðspunktunum. Dystirnir hjá H71 á heimavølli móti StÍF eru fluttir til klokkan 18.30 og 20.00. Her spæla kvinnurnar fyrstu og menninir aftaná. Dysturin í í Kollafirði millu KÍF og VÍF byrjar klokkan 18.30.
FM1 sigur frá grannauppgerðunum millum Neistan og Kyndil, samstundis sum sagt verður 1. umfari í fótbóltskappingini.
Hósdagin:
Kvinnur: StÍF – Neistin (18.30)
Menn: StÍF – Neistin (20.00)
Sunnudagin 10. mars:
Kvinnur:
Neistin – Kyndil (14.00)
Stjørnan – VÍF (15.00)
H71 – StíF (18.30)
Menn:
Neistin – Kyndil (16.00)
KÍF – VÍF (18.30)
H71 – StÍF (20.00)