Aftur í ár hevur Hondbóltssambandið hildið serliga verkætlan við høgum spælarum. Í mun til seinasta ár, vóru fleiri nýggj andlit, tí hesuferð var talan um bæði gentur og dreingir í aldrinum 14-18 ár.
– Dagurin fevndi um eina venjing saman við Dragan Brljevic, sum er venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, har serligur dentur var lagdur á kognitiva hondbóltsvenjing við avleveringum. Hereftir var frokostur og eitt upplegg um verkætlanina og avbjóðingarnar hjá høgum spælarum, skrivar hsf.fo.
– Dagurin endaði við einari venjing saman við Hera Ziska, kropsligum venjara, við denti á kraftmenning, motorikk, samskipan og annað. Tað var eyðsýnt, at spælararnir, sum luttóku seinasta ár, veruliga høvdu tikið seg fram.
Orsøkin til verkætlanin
– Í sambandi við hagtøl yvir hæddina av spælarunum á høgum altjóða støði, í mun til okkara egnu landslið, var ein týðuligur tendensur. Tá hugt var eftir hæddini av spælarum á hægsta stigið, í mun til okkara í álopsspælinum, so var minni munur á hædd, men tá hugt var eftir hæddini á spælarunum í verjuni, var ein týðuligur munur á einar fimm til tíggju sentimetrar. Niðurstøðan til hetta kann vera, at tá tað kemur til álopsspælið, er tað ikki eins avgerandi við hæddini, í mun til verjuspælið, skivar hsf.fo.
Tá føroyski leisturin var settur í verk, var hetta millum annað við denti á rørslu, flytføri og ágangandi verjuspæl í barna- og ungdómshondbóltinum. Semja er um, at hetta er tann rætta leiðin, men skapar hetta samstundis avbjóðingar fyri høgu spælararnar, tá vøkstur kann seinka menningini innan tað kognitiva, og evnini at útvikla kraft.
– HSF ynskir, at venjarar kring landið halda áfram við positivu menningini í offensiva verjuspælinum, men samstundis hava tol við teimum høgu spælarunum. Teirra menning gongur seinni, men øll gransking vísir, at menningini eisini kemur hjá teimum. Skal góða gongdin halda áfram, hava vit tørv á teimum høgu spælarunum og tað tryggja vit saman, skrivr hsf.fo.