Tað var eftir dystin ímillum KÍF og StÍF hin 17. februar í Kollafirði, sum StÍF vann tepurt 21-20, at kollfirðingar valdu at senda eina kæru inn til hondbóltssambandið, har umdystur varð kravdur. Orsøkin var tann, at kollfirðingar vóru sera ónøgdir við eina døming í seinastu sekundunum av dystinum, ið gjørdu sítt til, at StÍF kundi skora til 21-20. Støðan var 20-20, tá ið støðan tók seg upp.
Umstrídda støðan kann síggjast HER. Jn.fo eigur upptøkuna.
Meira enn hálvur annar mánaður er gingin, síðani kæran varð latin inn, og nú er aganevndin hjá hondbóltssambandinum komið til eina niðurstøðu. Niðurstøðan av kæruni er, at KÍF ikki fær viðhald, og tískil stendur sigurin hjá StÍF 17. februar við makt.
Hevði KÍF fingið viðhald, ið hevði merkt, at dysturin varð spældur av nýggjum, hevði hetta kunnað fingið avgerandi ávirkan á finalustríðið í FTZ-deildini. Tvey umfør eru eftir at spæla av landskappingini, har KÍF er nummar trý í deildini. Bert tvey stig eru upp til VÍF, ið er á finalugevandi øðrum plássinum. Samstundis hava kollfirðingar somikið nógv mál í innanhýsis dystum at hála inn á VÍF, at sera nógv skal ganga eftir vild hjá KÍF, um VÍF ikki skal fara avstað við næstbesta plássinum í deildini, ið viðførir FM-finalur ímóti H71.