HT-OPEN 2009: Helgi og Olaf ovastir eftir 3 umfør

Fyrsta umfar varð telvað fríggjakvøldið og leygardagin vórðu umfar 2 og 3 telvað. Telvað verða samanlagt 5 umfør um vikuskiftið. Talan er um rataða langtalv-kapping - hin 9. Grand Prix Kappingin 2008/09 - og luttakaratalið er aftur hesuferð hugaliga stórt, nú heili 27 telvarar sessast við talvborðini.

 

Helgi Dam Ziska og Olaf Berg hava lagt best út og hava eftir 3 umfør fult stigatal. Verður drigið samanum umførini leygardagin, hilnaðust úrslitini á leið soleiðis sum væntast kundi við atliti at styrkitølunum. Tó má tað sigast at verða eitt frálíkt úrslit hjá Torkili at megna javnleikin ímóti IM John Rødgaard. Somuleiðis varð Alfred Olsen um reppið, at endurtaka bragdið frá 1. umfarinum, tá hann basti Margari M. Berg. Í 3. umfari var tað nakað misvísandi, at stig ikki spurdist burturúr ímóti Hjalta T. Jógvanssyni. Hin U12-unglingin, eisini úr Vestmanna, Sjúrður Olsen, ger eisini rættiliga um seg, nú sigrar komu til høldar ímóti Einari Gregersen og Ronny í Lon. Sára T. Olsen fekk somuleiðis góða úrtøku ímóti M. Berg, skrivar Jógvan Joensen á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.

 

SKRÁIN:

 

1. umfar: fríggjakvøldið 20. mars - kl. 19.00

2. umfar: leygardagin 21. mars - kl. 10.00

3. umfar: leygardagin 21. mars - kl. 16.00

4. umfar: sunnudagin 22. mars - kl. 12.30

5. umfar: sunnudagin 22. mars - kl. 16.30

 

Umhugsunartíðin er 90 min + 30 sek. pr. leik - til alt talvið.