Hugalig HB-hagfrøði

Umframt at tey sjálvandi fegnaðust um sigurin á NSÍ, so hava HB-viðhaldsfólkini eina aðra heilt serliga orsøk at fegnast um, tá tosað verður um heimadystir móti NSÍ.
Verður hugt at úrslitunum seinastu tíggju árini, so hava hesi lagað seg so, at tá HB vinnur heimadystin móti NSÍ, gerast teir eisini føroyameistarar, meðan onnur fara avstað við gullinum, tá NSÍ fær nakað við sær úr Havnini.
Soleiðis spældu liðini javnt í Gundadali, tá GÍ í 1995 varð meistari. Gøtumenn vunnu eisini í ?96, tá NSÍ ikki var í bestu deildini, og tá B36 í 1997 vann gullið, fekk NSÍ eisini javnleik í Gundadali.
Í ?98 megnaði HB tó at vinna bæði NSÍ og gullmerki, men næstu trý árini vóru teir gulu ov drúgvir. Í 1999 og 2000 vann NSÍ, og tá gjørdust ávíkavist KÍ og VB meistarar. Í 2001 varð javnleikur úrslitið, og tá fóru grannarnir úr B36 aftur avstað við gullinum, men síðani hevur HB staðið fyri tí mesta. Í øllum førum hava meistaraheitini tey trý seinastu árini millum annað innihildið heimasigrar á NSÍ, og so man tað vera heilt hugaligt, at HB longu tvær ferðir í ár hevur vunnið heimadyst á NSÍ í landskappingini.