Hugaligt við nýggjari Dimmu

Stjórin á Sosialinum fegnast um nýggja spælaran á blaðmarknaðinum. Men hann harmast umstøðurnar, sum privatu miðlarnir hava at virka undir

- Tað er hugaligt, at vit fáa eitt blað afturat í Føroyum, og eg ynski Dimmalætting væl aftur komnari á marknaðin. Í alt ov langa tíð hevur tað gingið skeiva vegin við blaðútgávu í Føroyum, og tí er tað hugaligt at uppliva, at onkur framvegis trýr upp á blaðútgávu.

 

Tað sigur stjórin á Sosialinum, Jonhard Hammer, nú tað stendur greitt, at Dimmalætting aftur kemur á føroyska blaðmarknaðin.

 

Gamla Dimma fór av knóranum í fjør, eftir at fyritøkan leingi hevði verið í tungum sjógvi. Jonhard Hammer vil ikki gera sær nakra meting um, hvussu fer at gangast kappingarneytanum hesaferð, men hann staðfestir, at karmarnir hjá privatu miðlunum eru alt annað enn góðir í Føroyum.

- Umstøðurnar at reka blaðvirksemi í Føroyum eru støðugt versnaðar seinastu árini. Vit hava sæð, hvussu bløð eru farin á heysin og útgávurnar minkaðar, meðan landsins myndugleikar hava sitið á hondunum og einki gjørt fyri at hjálpa bløðunum, sum hava eina týðandi demokratiska uppgávu.

- Í londunum rundan um okkum fáa bløðini munandi stuðul til eitt redaktiónir og útbering, tí myndugleikarnir síggja virðið í bløðunum. Men her heima verður bara tosað, meðan einki verðurgjørt. Skulu vit varðveita útgávuna av føroysku bløðunum frameftir, mugu myndugleikarnir eisini spæla við og skapa umstøður fyri journalistiskum redaktiónum og útbering av prentaðum bløðum. Annars endar tað við, at øll blaðútgáva steðgar um fá ár – eisini ein nýggj Dimmalætting.