Jógvan Arge
býráðslimur
????????
Farandi valskeiðið hevur tíanverri verið eitt afturstig í býráðspolitikki í Havn.
Vit hava í fýra ár havt eitt stýri, sum hevur havt líka góðan hug at fremja einstaklingsáhugamál sum áhugamálini hjá heildini.
Hetta hevur havt hug til at útarta seg til vandalismu. Hevur ein byggisamtykt staðið í vegin fyri eini hovsaætlan, so eru byggisamtyktir við harðari hond skúgvaðar til viks og broyttar.
Tað vil siga, at tær reglur, sum vóru galdandi í gjár, eru ikki galdandi í dag. Slíkan ótryggleika um, hvørjum umhvørvi borgarnir búgva í, kann ein kommuna ikki bjóða fólki.
Býráðsmeirilutin broytti ta generellu byggisamtyktina fyri meginpartin av býnum soleiðis, at tey, sum hava hildið seg búgva í einum vanligum sethúsaumhvørvi, kunna vænta at fáa allar møguligar aðrar byggingar upp at sær, bara ein grønur blettur hómast eftir í grannalagnum.
Reglur, sum upprunaliga vórðu gjørdar til at skipa býin í einum ávísum samanhangi, eru bara strikaðar, og nú kanst tú vænta so at siga alt næstan allastaðni.
Farið er rættiliga harðliga fram í málum, sum snúgva seg um Tórshavnar Kommunu í framtíðini. Har hevur hvørki høgur ella lágur fingið ljóð.
Einhvør meining frá borgarum er kveistrað til viks. Hoyringarskyldan, sum kommunan hevur í slíkum málum, er bert eitt eiti og verður als ikki tikin í álvara av býráðnum sjálvum.
Gaman í fær tann borgari, sum dittar sær til at hava eina aðra meining í slíkum málum, sítt bræv framlagt á fundi, men tað er konsekvent við teirri tilráðing, at býráðið heldur fast við ta avgerð, sum tað frammanundan hevur tikið.
Vit í tjóðveldisflokkinum hava so mangan mælt til eisini at taka atlit til sjónarmiðini hjá borgarunum, men tað hevur í flestu førum verið sum at sletta vatn á gás.
Her má broyting koma í. Borgarnir skula í álvara takast við upp á ráð. Byggisamtyktirnar mugu gjøgnumgangast, og nýggja heildarætlanin fyri kommununa má endurskoðast, so betri javnvág verður í býarmenningini.
Tú hevur møguleika fyri stuðla upp undir broytingina á valinum 9. november.