Árliga heystframsýningin hjá fleiri av mætastu listafólkum okkara hevur verið rættiliga væl vitjað, sum hon læt upp um vikuskiftið Tað eru fleiri av kendastu nøvnunum innan list her á landi, sum eru við í árligu heystframsýningini. Hon er so mikið stór í vavi í ár, at hon verður hildin í heili trimum støðum í Havn. Umframt Norðurlandahúsið, leggja eisini Listahøllin á Skipasmiðjuni og Müllers Pakkhús karmar til.
Umframt føroysku listafólkini eru eisini nøkur útlendsk gestalistafólk við á framsýningunum, sum verða opnar fram til 14. oktober.