Millum kúlur og kríggj, sjálvmorðsbumbur, ein svøltandi heim og sjálvrættvísi, sum vanliga er at síggja á skíggjanum og verður tikið inn frá CNN, BBC, DR, TV2 o.ø., má sigast, at hugaligt var at fáa sendingina á skíggjan, undir heitinum »Tá eldur kemur í gamalt hoyggj«.
Fyri hesa sending eigur Kringvarpið og kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, stóran heiður uppibornan.
Hvussu sendingin var sum professionel filmatisering, fari eg ikki at geva meg í kast við, tí tað havi eg ikki skil fyri, men fyri okkum vanligu hyggjarar var sendingin bæði uppbyggjandi, lívsjáttandi og moralsk kveikjandi. Tað sást, at her var væl av arbeiði lagt í.
Ofta eru atfinningar framdar móti okkara loftmiðlum, stundum av røttum, hesir miðlar eru so stórur partur av okkara gerandisdegi – sjálvur havi eg av og á eisini ligið framvið.
Hóast sendingarnar eru ymiskar og góðskan, so eru ikki so fáar góðar sendingar, men tað átti eisini at verið ein sjálvfylgja.
Men, sendingina hóskvøldið, eiga bæði kringvarpstjórin rós uppiborna fyri og tað sama eiga hesi heiðurligu fólk, sum vóru í hesi frákíku sending.
Takk fyri hesa áhugaverdu og lívsjáttandi sending.
Klaksvík, 18.09.09.