Vit nevndu í gjár á hesum staði, at løgmansrøðan á Ólavsøku ár var ein onnur røða enn vanligt hevur verið. Hetta varð sagt í jaligum týdningi. Framløga løgmans brýtur frá undanfarnum løgmansrøðum við tað, at hon viðurkennir, at Føroyar eru á einum vegamóti og at vit tí noyðast at hava eina strategi fyri framtíðina. Vit eru tí ikki samd við teimum, sum finnast at røðuni, tí hon snýr seg so nógv um framtíðina. Landsstýrið noyðist undir givnu umstøðunum at krita skógvarnar nú. Tað ein kann harmast um, er, at tær politisku útgreinigar og umhugsingar, sum framløgan ber boð um, ikki eru gjørdar longu fyri fimm-seks árum síðan. Men tá var dagskráin sum kunnugt ein onnur.
Framløga løgmans nevnir seks grundarsteinar undir langsiktaða politikki landsstýrisins nevniliga Eu-samstarv, útbúgvingarreformar, gransking og nýmenning, íverksetan, kunningar- og samskifti og einskiljing. Av hesum seks grundarsteinum kann bert ein gerast ein snávingarsteinur og tað er einskiljingin, sum longu er farin av kósini.
Tann í framløguni fyrst nevndi grundarsteinuirn er spuringurin um nútímansgerð av okkara útbúgvingarskipan frá niðast til ovast.. Hetta kemur í síðstu løtu, og líta vit at útheiminum, so hava framkomin lond langt síðan viðurkent, at her liggur ein tíðandi lykil til framtíðina.Tað verður ført fram, at útbúgving og vitan eru avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum. Útbúgving er besta íløgan, sum menniskjað og samfelagið kunnu gera í framtíðina. Hetta er so satt, sum tað er sagt og neyðugt er tí við einum útbúgvingarreformi.
Landstýrið vísir á, at fyri ikki so nógvum árum síðan var almenna hugsanin, at eftir lidnan fólkaskúla bíðaði arbeiðsmarknaðurin. At fara undir víðari lestur var ikki fyri øll, og fleiri taldu dagarnar, til skúlin var liðugur, tí nú byrjaði lívið. Heilt soleiðis er ikki longur. Tí greitt er, at í nútíðarsamfelagnum kann arbeiðslívið gerast trupult, hevur tú ikki eina førleikagevandi útbúgving. Víst verður á, atútbúgvingarstøðið í Føroyum stendur ikki mát við fremstu lond í heiminum.Ein fyritreyt fyri, at hesin partur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Tað mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar sínar til fulnar. Málini her eru: at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgving, at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving og at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving. Hetta merkir, at útbúgving skal raðfestast fremri enn nakrantíð. Fólkaskúlin skal mennast, læraraførleikar ølkjast, málførleikin í føroyskum skal betrast, samstundis sum styrkt verður um undirvísingina í enskum, so at næmingarnir í fólkaskúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt. Bøtast skal um miðna´smskularnar, arbeiðsmarkanaðrútbúgvingar og ein lærdur haskúli skal setast á stovn, ar har allar høgri útbúgivngar verða savnaðar. Tað má uttan mun til, hvat ein annars heldur um føroyskan politikk ásannast, at her er veruliga talan um eitt nýbrot í politikkinum og um nógv áhugaverd perspektiv. Nú verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.