Áhugaverd ráðstevna um undirgrundina

Fyrsta jarðfrøðiliga ráðstevnan ognað Jóannes Rasmussen, sála varð sett í Norðurlandahúsinum í gjár.

Mikudagin varð fyrsta ráðstevna av sínum slag, “Jóannes Rasmussen ráðstevnan” sett í Norðurlandahúsinum við luttøku av umleið 50 serfrøðingum úr nógvum londum. Tað er Jarðfeingi, sum skipar fyri hesi ráðstevnuni, sum hevur til endamál at umrøða jarðfrøðiligar spurningar, sum eru frammi í tíðini, og í hesum føri serstakliga nógv umrødda basaltið, ið eyðkennir so stóran part av føroysku undirgrundini.

Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, sum setti ráðstevnuna. Hann vísti á, at ráðstevnan er ognað okkara mæta jarðfrøðingi, Jóannesi Rasmussen, sála, sum má metast at vera faðirin at nútímans jarðfrøðivísindi í Føroyum.

-Eg fari tí her at bera eina serstaka heilsan til familjuna hjá Jóannesi Rasmussen, sum er til steðar her í dag. Hann vísti á, at í mong ár hevur jarðfrøði verið eitt fak, sum hevur verið knýtt at nøkrum heilt fáum persónum. –Síðani oljuleiting tók seg upp á landgrunninum er tað jarðfrøðiliga granskingarumhvørvið munandi ment og víðkað. Seinastu trý árini hevur Jarðfeingi skipað fyri trimum ráðstevnum við altjóða luttøku, og har evnið hevur verið jarðfrøðiligar kanningar við Føroyar.

Landsstýrismaðurin nevndi síðani nøkur av teimum tiltøkum, sum Jóannes Rasmussen saman við øðrum góðum fólkum tók stig til. Hann tók stig til at stovn Jarðfrøðissavnið í 1952, Fornminnissavnið í 1955 og lærda háskúlan, Fróðskaparsetrið í 1965. Millum mongu arbeiði hansara er kortlegging av Føroyum eitt tað mest týðandi. Hetta arbeiði varð gjørt saman við lærumeistara hansara á lærda háskúlanum í Danmark, Arne Noe-Nygaard. Hetta arbeiði varð gjørt í eini tíð, tá eingin líknandi jarðfrøðilig kortlegging av líknandi støðum varð gjørt aðrastaðni og við útgerð, sum á ongan hátt kann sammetast við hana, sum fakfólk í dag hava til taks.

Ein av grundleggjandi lærdómunum vit hava frá Jóannesi Rasmussen er tann, at vitan einsamøll er til onga nyttu. Tað er bert tá tú kanst brúka hesa vitan í gerandisdegnum og við at lata onnur fáa innlit í hana, at hon verður virðismikil.

Nettupp hetta livdi hann upp til við at skriva nógvar ritgerðir, undirvísa á lærdum háskúlum ymsa staðni í heimi og ikki minst í sínum ráðgevandi arbeiði fyri landsstýrið. Hann varð fakmaðurin, sum umframt at savna vitan gjørdi hesa livandi til og fyri onnur í samfelagnum eisini segði Bjarni Djurholm.

Hann vísti á, at tað er í hesum anda, at henda fyrsta ráðstevnan av sínum slag verður hildin. At granskarar og serfrøðingar kunnu koma saman og fáa lut í og brúka ta vitan, sum finst á økinum, her serstakliga innan vulkanska økið.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at síðani miðskeiðis í 90-unum hava verið gjørdar kanningar í sambandi við kolvetni í undirgrundini, og júst nú verður so seinasta hond løgd á 3. útbjóðingarumfarið á landgrunninum.

-Úrslit og vitan, sum verða løgd fram á eini tílíkari ráðstevnu, hava alstóran týdning fyri at kunna gera framstig, soleiðis at vit betur skilja jarðfrøðiliga útviklingin í hesum økinum.

Tað er tryggjandi og gott at síggja, at so mong av tykkum hava valt at koma til Føroya at vera við á hesi ráðstevnu og eg fari at takka fyrireikarunum her m.a. Jarðfeingi og tey góðu folk har fyri at hava tikið hetta skilagóða stigið.